Fótbóltur

EB/Streymur vann á Skála

Ragnar og Ragnar skoraðu fyri EB/Streym, og debutantir fekk mál fyri Skála.

Ragnar Danielsen skoraði til 1-0 fyri EB/Streym ímóti Ari Olsen og Skála - Mynd: Jens Kr. Vang

Ragnar Danielsen skoraði til 1-0 fyri EB/Streym ímóti Ari Olsen og Skála - Mynd: Jens Kr. Vang

2019-07-20 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein venjingardystur varð leiktur í morgun millum tvey lið í Betrideildini. Hann varð á Skála, har EB/Streymur vitjaði. 

Útiliðið kom á odda beinanvegin við brotssparki og vísti fleiri góðar taktir í dag. Skála hevði onkran stóran møguleika í 1. hálvleiki, men setti seg ikki av álvara á spælið fyrrenn EB/Streymur økti tíðliga í 2. hálvleiki. Tað var leigusveinurin úr B36, Ragnar Samuelsen, sum skoraði eftir gott upplegg frá innskifta Niklas Kruse. Tað var eisini ein leigusveinur, sum sló til fyri Skála. Klaksvíkingurin Aksel B. Danielsen, ið á fyrsta sinni var í appelsinlittu troyggjuni, setti fótin á alvering frá eyðsýnda Jákup Johansen.

Skála spælir ímóti ÍF um eina viku, og EB/Streymur spælir á Argjum, tá Betrideildini fer í gongd aftur komandi leygardag. 


Skála - EB/Streymur 1-2 (0-1)
0-1 Ragnar B. Danielsen (br) (upplegg: Rógvi Egilstoft Nielsen) 
0-2 Ragnar Samuelsen (upplegg Niklas T. Kruse)
1-2 Aksel B. Danielsen (upplegg Jákup Johansen)

Liðini: 
(Leikarar í klombrum komu inn í hálvleikinum) 

Skála (4-2-3-1): Karstin Hansen- Ari Olsen, Teitur Reinert Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Niels Pauli Danielsen - Pætur Dam Jacobsen, Djóni Jansson Petersen(Aksel B. Danielsen) - Heðin Klakstein, Janus Svabo Samuelsen, Andreas Egeberg Jacobsen - Jákup Johansen

Haraldur R. Højgaard, Ólavur Mikkelsen, Erland Berg Danielsen, Ari Johannesen og Jan Ingason Hansen komu allir á vøllin í 2. hálvleiki

EB/Streymur (4-2-3-1): Jákup Højgaard (Rói Zachariassen)- Svein Knút Magnussen, Árni Grunnveit Olsen, Mikkjal Hellisá * (Petur Zachariassen), Ragnar Bjartalíð Danielsen - Gestur Bogason Dam, Arnar Dam - Tetur Debes Olsen (Niklas T. Kruse), Ragnar Samuelsen, Rógvi Egilstoft Nielsen - Steffan Abrahamsson Løkin

* Kom innaftur á miðvøllin seinni

Rói H. Olsen og Magnus Jarnskor komu inn tíðliga í 2. hálvleiki. Gutti Dahl-Olsen kom eisini inn fyri EB/Streym


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder