Fótbóltur

U19: Føroyar vunnu sær 5. plássið

Føroysku kvinnurnar endaðu væl í EM-kappingini í Litava við sigri á Norður Makedónia.

Føroyska liðið við venjarum og hjálparfólki eftir sigurin - Mynd: Rankinis

Føroyska liðið við venjarum og hjálparfólki eftir sigurin - Mynd: Rankinis

2019-07-21 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar hava hesa vikuna verið til EM-kapping í Klaipedia í Litava. Tað er fyri lið, ið ikki eru á evropeiska toppinum - sum ikki spæla um evropeismeistaraheiti í hesum árganginum - eitt "B-EM". Føroyar endaðu nummar trý í bólkaspælinum og skuldu harvið spæla um 5. plássið í kappingini um vikuskifti.

[object Object]
(Mynd: Rankinis) 

Í gjár vunnu Føroyar greitt á Georgia. Ímóti Norður Makedónia í dag fingu okkara eina trilvandi byrjan. Tað var tó skjótt, at Føroyar av álvara komu inn í dystin. Í 13.minutti komu Føroyar uppá javnleik 6-6, og tað leikaði eisini javnt á, har liðini skiftust um at skora.

Tá farið varð stutt um miðjan fyrra hálvleik tóku føroysku kvinnurnar leiðsluna.
Skil kom av álvara á í verjupartinum, og makedónar gjørdu nøkur mistøk. Seinastu tíggju minuttinrnar øktu tær føroysku um leiðsluna so líðandi, og hesa løtuna var talan um ógvuliga gott  og effektivt spæl.

[object Object]
(Mynd: Rankinis)

Føroyar fóru til hálvleiks við einari seks-máls leiðslu, men fyrstu tíggju minuttirnar í 2. hálvleik megnaði føroyska liðið als ikki at steðga Norður Makedónia at skora. Føroyar brendu fyrstu møguleikarnar, gjørdu nøkur mistøk og spældu heldur ókonsentrerað.

[object Object](Marita Mortensen var flúgvandi eina løt í 2. hálvleiki; vinstri bakkurin úr H71 skoraði fimm mál fyri Føroyar í dag - Mynd: Rankinis)

Hetta gjørdi at seinastu tjúgu minuttirnar gjørdust spennandi. Føroyar sluppu tó ongantíð leiðsluni; við góðum stríði og nøkrum umráðandi málum, millum annað fleiri á rað frá Marita Mortensen, eydnaðist hetta, og tað eydnaðist eisini at betri forða mótstøðuliðum at skora. Millum annað tók Birita Ryan, sum kom inn í málið seinastu tjúgu minnuttirnar, væl frá í seinastu minuttunum. 

Málini vórðu væl deild útí dag - allar tóku ábyrgd og í høvuðsheitinum var føroyska spælið gott. Súna Krossteig Hansen gjørdist toppskjútti við seks málum og varð vald til besta leikara í dystinum.

[object Object]
(Besti leikari hjá Føroyum í dag - Súna Krossteig Hansen úr Kyndli - Mynd: Rankinis)

EHF W19 Championship 5th place game
Klaipedia, 21.07
Føroyar - Norðurmakedónia 30-28 (16-10)

Føroyar:
Alda av Skarði - Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Súna Krossteig Hansen, Maria Halsdóttir Weyhe, Karin Skylv Midjord (Hjørdis Viðstein*), Marita Mortensen, Eva Barba Arge
*Kom inn á strikuna tíðliga
Ingunn Kristina Persson spældi rímiliga nógv í baktetuni Birita Ryan stóð í málinum seinastu 20 minuttirnar, Beinta Lindberg Hansen og Sólja Bárðardóttir Hansen komu inn á hvør sín vong í seinnu hálvu av 2. hálvleiki. 

Útvísingar: Maria H. Weyhe

Føroysku málskjúttarnir:
 
Súna Krossteig Hansen 6
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 5
Marita Mortensen 5
Maria Halsdóttir Weyhe 4
Eva Barba Arge 4
Hjørdis Viðstein 2
Ingunn Kristina Persson 2
Beinta Lindberg Hansen 2

Bjargingar: Alda av Skarði 4
                 Birita Ryan 4

Dystargongdin: 
5 min: 1-3
10 min: 4-5
15 min: 6-7
20 min: 9-8
25 min: 12-9
35 min: 17-14
40 min: 20-18
45 min: 22-20
50 min: 26-23
55 min: 28-26  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder