Fótbóltur

Til Montenegro ella Kýpros

Greitt er nú, hvørjum HB skal møta, um liðið spælir seg víðari ímóti Linfield.

HB kann fáa eina nýggja og spennandi evropeiska avbjóðing, um tað eydnast at koppa Linfield - Mynd: Sverri Egholm

HB kann fáa eina nýggja og spennandi evropeiska avbjóðing, um tað eydnast at koppa Linfield - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-22 11:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB skal í morgin spæla fyrra dystin í 2. umfari í Europa League. Hann er á heimavølli, og tað er Linfield, ið vitjar. Føroyameistarin ella norðurírska meistarliðið kemur víðari til 3. umfari, har mótsstøðuliðið verður eitt lið, ið tapir í 2. umfari í Champions League.

Hvørji tvey lið HB hevur møguleikan at møta gjørdist greitt í lutakstinum, ið júst hevur verið í Nyon í Sves. Allarfyrst varð Sutjeka/APOEL trekt úr bollanum, og tað merkti, at taparin av hesum skuldi møta vinnaranum av næstu uppgeðrini. Tað var nr. 5, ið var HB Tórshavn - Linfield.

Harvið er tað meistaraliðið úr Montenegro ella meistaraliðið úr Kýpros, ið stendur fyri framman, um HB megnar at vinna seg víðari ímóti Linfield. Í 2009 spældi APOEL ímóti EB/Streymi í Champions League og vann 5-0 samanlagt.  HB og APOEL Nicosia leiktu í 1997 í Evropa Cup fyri steypavinnarar í 1997. Kýpriotiska liðið vann 7-1 samanlagt, men í fyrra dystinum í Svangaskarði endaði tað 1-1.

Um ein stóran tíma verður trekt lut um m.a. lagnuna hjá KÍ, um liðið kemur til 3. umfar. 

Europa League 3. umfar: 
Sutjeska / APOEL - HB / Linfield

Hesir dystirnir verða leiktir 8. og 15. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder