Fótbóltur

Adrian, Ari og Bryjnar við frá byrjan hesuferð

Her er liðið, ið HB byrjar við ímóti Linfield.

Adrian - her í masku - er aftur á HB-liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Adrian - her í masku - er aftur á HB-liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-23 15:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein tíma er fyrsta bríksl í Gundadali, har HB tekur ímóti Linfield í fyrra dystinum í 2. umfari í Europa League.

Lagt er upp til ein spennandi dyst, har HB er ein lítil favorittur og skal royna at fáa at gott útgangsstøði til dystin í Norðuríralandi um eina viku. 

Les eisini: HB skal leggja botnin

Til uppgávuna hava Heimir Guðjónsson og Rasmus Nolsøe valt hesar ellivu leikararnar:

HB (4-4-2): 
Teitur Matras 
Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Hørður Askham, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Rúnasson Justinussen, Tróndur Jensen, Brynjar Hlöðversson, Símun Samuelsen - Sebastian Pingel, Ari Mohr Olsen

Adrian og Ari eru tøkir aftur, eftir at teir sótu uttanfyri ímóti HJK. Og teir byrja inni ístaðin fyri Pætur Petersen og Dan í Soylu. Íslendski miðvallarin hjá liðnum er eisini aftur ímillum teir fyrstu ellivu. Tað hevur Binni ikki verið síðani í Fuglafirði í mai, har hann gjørdist skaddur. Hann avloysur í kvøld Daniel Johansen á sentra miðvøllinum; síðani skaðan hevur Brynjar Hlröðversson verið innskiftur nakrar ferðir, og René Shaki verður møguliga skiftur inn fyri HB í kvøld.   

Á bonkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Daniel Johansen, Dan í Soylu, René Shaki Joensen, Pætur J. Petersen, Bartal Wardum, Símun Sòlheim

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder