Fótbóltur

Víkingur missir í øðrum hálvleiki

Liðið úr Eysturkommunu hevur samanlagt tapt 6-0 í seinna hálvleiki í teimum trimum oddadystunum eftir summarsteðgin.

KÍ var omaná í Klaksvík fríggjakvøldið við tveimum málum í 2. hálvleiki (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ var omaná í Klaksvík fríggjakvøldið við tveimum málum í 2. hálvleiki (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-13 20:00 Author image
Agnar Prestá

Tá seinna hálva í Betrideildini byrjaði, var Víkingur oddalið. Men nú, trý umfør seinni, er Víkingur á 5. plássi og saman við HB nakað aftanfyri hini trý og FM tykist rímiliga langt burtur.

Støðan í oddinum: 
1. KÍ (38 stig) 16 dystir
2. B36 (38 stig) 17 dystir
3. NSÍ (36 stig) 16 dystir
4. HB (35 stig) 18 dystir
5. Víkingur (35 stig) 18 dystir

Orsøkin er, at Víkingur hevur tapt fyri B36, NSÍ og KÍ. Í hesum dystunum var munurin ikki stórur samanlagt, men tað var í øllum førunum 2. hálvleikur, ið kostaði hjá liðnum hjá Sámal Erik Hentze. Serliga var hetta eyðsýnt í Sarpugerði ímóti NSÍ, har Víkingur var á odda 2-0 í steðginum, men tapti 3-2. 

Um vit taka fyrra hálvleik í teimum trimum dystunum, so hevur Víkingur samanlagt vunnið 3-1, men síðani tapt 6-0. Um tað er, at hini liðini eru betri fyri fysiskt, meira effektiv og køld, tá dysturin skal avgerast, ella um tað er eitt triðja og fjórða, sum er orsøkin, kann kjakast um: 

16. umfar: B36 - Víkingur 2-1 (1-1)
17. umfar: Víkingur - NSÍ 2-3 (2-0)
18. umfar: KÍ - Víkingur 2-0 (0-0)
 

placeholder
placeholder