Fótbóltur

- Vil sleppa at venja í skúlatíð

Hetta sigur Samuel Johansen Ckukwundi, ið er á U17-landlsiðnum og er ein av 41 leikarunum, ið hevur tikið av Úrvalstilboðnum hjá FSF.

Samuel Johansen Chukwundi vil menna meira sum fótbóltsleikari við Úrvalstilboðnum (Mynd: FSF)

Samuel Johansen Chukwundi vil menna meira sum fótbóltsleikari við Úrvalstilboðnum (Mynd: FSF)

2019-08-14 18:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin varð skipað fyri kunningarfundum fyri spælarum og foreldrum vivíkjandi FSF Úrvalstilboðnum, sum í komandi viku byrjar í Havn og í Norðragøtu. Meiningin er, at ung fáa fleiri møguleikar at venja undir góðum kørmum.

Ein av leikarunum ið hevur melda seg til, er Samuel Johansen Chukwudi úr Havn. Dagliga spælir hann við HB, og hann hevur seinastu árini eisini verið partur av U15- og U17-landsliðunum. Nú er fólkaskúlin liðugur, og eitt nýtt kapittul stendur fyri framman hjá 16-ára gamla dreinginum. Hann sær stórar møguleikar í Úrvalstilboðnum hjá FSF:

- Fyrst og fremst vil eg mennast sum fótbóltsspælari. Tá eg gekk í 8. og 9. flokki gekk eg í “fótbóltsflokkinum”, so tá eg sá hetta tilboðið, meldaði eg til beinanvegin. Eg haldi tað er sera gott at sleppa at venja fótbólt bæði í skúlatíð og aftaná skúlatíð

Hetta sigur Samuel við heimasíðuna hjá FSF, sum í vetur boðaði frá, at nýtt tilboð fór at vera til fótbóltsleikarar, ið hava sína dagligu gongd á Glasi í Havn, á Miðnámi á Kambsdali, á Tekniska skúla í Klaksvík, ella sum longu eru farnir út í vinnulívið. Talan er um samantvinning av fótbólti og arbeiði/skúla

- Fyri at gerast ein betri fótbóltsspælari, er tað sera umráðandi at hava góðar venjarar, og tað eru tað nógvir av her. Eg havi ein dreym um at sleppa uttanlands at spæla fótbólt. Men ein treyt fyri at tað skal eydnast, er at eg skal venja nógv, og hetta er ein sera góður møguleiki at fáa, tí nú sleppi eg eisini at venja í skúlatíð, sigur Samuel Johansen Chukwudi

19 spælarar byrja á FSF Úrvalstilboðnum í Havn, og 23 byrja í Norðragøtu. Av teimum eru tríggir, ið ganga á Tekniska skúla í Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder