Fótbóltur

NSÍ bjargaði sær trý týdningarmikil stig í Fuglafirði

Eins og við Løkin fyrr í ár, trýsti ÍF runavíkingar væl men misti ímóti endanum, og harvið er NSÍ aftur oddalið.

Klæmint Andrasson Olsen hevur nú 19 mál í 18 dystum (Mynd: Olaf Olsen)

Klæmint Andrasson Olsen hevur nú 19 mál í 18 dystum (Mynd: Olaf Olsen)

2019-08-14 21:05 Author image
Agnar Prestá

Í 6. umfari kom ÍF á odda í 1. hálvleiki við Løkin og var leingi á veg ímóti sigri. Men so sló NSÍ til og fekk ikki bara eitt stig, men øll. Søgan endurtók seg á ein í kvøld, tá NSÍ vitjaði í Fuglafirði. Hesaferð kom NSÍ á odda tíðliga, men í hálvleikinum var javnleikur. Liðið hjá Guðjóni Tórðarsyni gjørdi tað, sum liðið hevur gjørt nógv í ár, og í øllum teimum seinastu fýra dystunum: Skora mál seinastu tjúgu minuttirnar, ið geva stig. 

Í fyrsta álopinum skoraði NSÍ. ÍF hevur trupulleikar at verja ímóti hornaspørkum, og eftir eitt av slagnum ið kom inn úr høgru, fekk Peder Nersveen, ella møguliga var tað Andy Olsen hjá ÍF, seinasta fótín á. Tað kundi harvið bent á, at liðið í oddinum fór at vinna greitt á botnliðnum, men heimaliðið yvirvann tó skjótt skelkin og var í roynd og veru betri í spælinum í 1. hálvleiki. Tað var tó uttan at skapa tað stóra í opnum spæli ímóti vælskipaða NSÍ-liðnum, ið spældi mest uppá langar bóltar niðan ímóti Klæminti Olsen, Øssi Dalbúð, ið byrjaði inni ístaðin fyri Jann Martin Mortensen og Pól Jóhannus Justinussen.

[object Object]
(Jan Ellingsgaard legði ÍF á odda beint fyri steðgin)

Beint eftir at hálvur tími varð leiktur kom langt innkast úr vinstru. Liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard, ið skuldi byrjað í álopinum, snittaði bóltin víðari til Gundur E. Petersen, ið skuldi byrjað á bonkinum, og so var 1-1. Høgni Zachariassen gjørdist skaddur í upphitingini, og tí komu broytingarnar. NSÍ hevði lítið at bjóða uppá frameftir; var merkt av at Petur Kundsen ikki var tøkur vegna leikbann, og fuglfirðingar mentist av málinum. Í yvirtíðini fekk heimaliðið eitt av teimum løgnari brotsspørkunum. Betuel Hansen, ið var á høgri bakki ístaðin fyri leikbannaða Bárð Hansen, var í gongd við at rudda vekk, tá Sámal Joensen kom ímillum. Betuel fekk meira ilt, men Sámal fekk brotsspark, og liðformaðurin var ísakaldur úr ellivu metrum.

NSÍ skuldi nú jagstra í 2. hálvleiki, men ÍF kom frískliga út, og ein vælleikandi Karl Løkin var nær við at økja. So líðandi legði NSÍ meira og meira trýst á, og teir í gulum og svørtum vísti sína orku og vilja. Klæmint var á rætta staðnum smáar tjúgu minuttir fyri tíð, tá eitt skot frá Pól Jóhannusi kiksaði. Stutt eftir hetta fekk Dávid Langgaard sítt seina gula kort, og so gjørdist tað uppaftur meira stríggið hjá botliðnum. NSÍ hevði nakrar vandamiklar støður, men tað sá út til at halda hjá ÍF. Men so kom innlegg úr vinstru, ið Pól Jóhannus var hægstur á, og djúpt inni í yvirtíðini økti Klæmint, tá hann aftur var á rætta staðnum. 

[object Object]
(Pól Jóhannus Justinussen legði NSÍ á odda í 89. minutti - Mynd: Sverri Egholm)

Úrslitið hevur við sær, at NSÍ kemur uppá 39 stig og fyrsta plássið. Hetta var tann fyrri av teimum útsettu dystunum hjá runavíkingum í heyst; tann seinni er ímóti KÍ sum í løtuni er harðasti kappingarneytin hjá NSÍ um FM. Enn einaferð skoraði NSÍ mál seint í dystinum, hóast liðið ikki spældi tann besta dystin, og hetta eyðkennir meistaralið. ÍF kann irða seg, tí eftir ein vælleiktan dyst frá liðnum hjá Hans Jørgini Djurhuus og 

Betrideildin - 15. umfar 
Í Fløtugerði, 14.08 (Útsettur frá 30.06)

ÍF - NSÍ 2-4 (2-1) 
1' Peder Nersveen 0-1
32' Gundur Ellingsgaard Petersen 1-1
45' Jan Ólavsson Ellingsgaard (br) 1-2
72' Klæmint Andrasson Olsen 2-2
89' Pól Jóhannus Justinussen 2-3
97' Klæmint Andrasson Olsen 2-4

ÍF (4-1-4-1): Petur Meinhard Magnussen, Dávid Langgaard, Høgni Madsen, Jan Ólavsson Ellingsgaard (L), Andy Ólavson Olsen - Sverri Ellingsgaard - Hans Jákup Lervig, Karl Løkin, Sámal Joensen, Ari Ellingsgaard (92' Alex Jose Dos Santos) - Gundur Ellingsgaard Petersen  

NSÍ (4-2-3-1): Tórður Thomsen - Betuel Hansen, Oddur Árnason Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Einar Tróndargjógv (75' Óli H. Olsen) - Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen - Búi Egilsson (77' Andri Benjaminsen), Øssur Dalbúð (64' Jann Martin Mortensen), Jann Benjaminsen - Klæmint Andrasson Olsen

Støðan: 
1. NSÍ (39 stig) 17 dystir
2. KÍ (38 stig) 16 dystir
3. B36 (38 stig) 17 dystir
4. HB (35 stig) 18 dystir
5. Víkingur (35 stig) 18 dystir
6. Skála (24 stig) 18 dystir
7. TB (18 stig) 18 dystir
8. AB (11 stig) 18 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 18 dystir
10. ÍF (5 stig) 18 dystir

 
placeholder
placeholder