Fótbóltur

United skal royna at fylgja við

Liðið hjá Solskjær hevur eina trupla uppgávu fyri framman á Molineux í kvøld.

Shaw og Traore á Old Trafford í fjør (Mynd: EPA)

Shaw og Traore á Old Trafford í fjør (Mynd: EPA)

2019-08-19 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í 2. umfari í Premier League verður leiktur í kvøld.

Manchester United byrjaði sera væl við 4-0 sigri á Chelsea og skal nú royna at byggja uppá. Hetta verður á útivølli ímóti Wolves, ið spældi 0-0 javnleik ímóti Leicester seinasta vikuskiftið. Wolves tók í fjør nógv stig ímóti topp-seks liðunum og endaði á 7. plássi.

Wolves spældi 1-1 javnleik á Old Trafford í fyrsta dystinum seinasta kappingarár. Teir appelsinlittu vunnu 2-1 báðar dystirnar í vár móti liðnum hjá Solskjær. Tann seinni kom í fjórðingsfinaluni í FA Cup. Harvið hevur United nakað at prógvað á Molineux í kvøld.  

Premier League, 2. umfar

(20.00) Wolverhampton - Manchester United (TV3 MAX/Viaplay)

Sunnudagin, 18. august

Sheffield United - Crystal Palace 1-0 (0-0)
47' John Lundstram 1-0

Chelsea - Leicester 1-1 (1-0)
7' Mason Mount 1-0 
67' Wilfried Ndidi 1-1

Les meira

Leygardagin, 17. august

Arsenal - Burnley 2-1 (1-0)
Aston Villa - Bournemouth 1-2 (0-2)
Brighton - West Ham 1-1 (0-0)
Everton - Watford 1-0 (1-0)
Norwich - Newcastle 3-1 (1-0)
Southampton - Liverpool 1-2 (0-1)
Manchester City - Tottenham 2-2 (2-1)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder