placeholder
Hondbóltur

Einar Jónsson landsliðsvenjari hjá U04 kvinnum

Hondbóltssambandið boðar frá, at íslendingurin við nógvum royndum skal standa á odda fyri heilt unga árganginum.

Einar Jónsson (Mynd: HSF)

Einar Jónsson (Mynd: HSF)

2019-08-22 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HSF hevur gjørt eina tvey ára avtalu við Einar Jónsson, um at gerast landsliðsvenjari fyri U04 kvinnur. Hetta boðar Hondbóltssamband Føroya frá

Einar Jónsson er komin til Føroyar fyri at avloysa Sonna Larsen sum venjari hjá besta mansliðnum hjá H71. Nú er greitt, at íslendingurin við drúgvum royndum úr bestu íslendsku deildini og úr Noregi, eisini skal standa á odda fyri U04-kvinnunum.

Magni Thomsen verður hjálparvenjari hjá Einari. Magni hevur í fleiri ár verið ungdómsvenjari í StÍF.

HSF skrivar, at í næstum verður ein bruttohópur innkallaður til venjing. Arbeitt verður við einum landsliðsbólki og einum menningarbólki. Tilsamans vera eini 35–40 leikarar við. Fyrstu venjingarnr verða um mánaðarskiftið.

Fyrsta uppávan hjá árganginum verður European Open í Gøteborg í Svøríki á sumri 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder