Fótbóltur

- Skulu reisa okkum eftir ein ræðuligan dyst

Myndir: Lars Olsen og Gunnar Nielsen tosaðu á tíðindafundinum um stóru styrkina hjá Spania og vánaliga føroyska avrikið hóskvøldið - Nú eru teir á grasinum á El Molinón, har føroysk venjing er skránni.

Lars Olsen, landsliðsvenjari og Gunnar Nielsen, málverji (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Olsen, landsliðsvenjari og Gunnar Nielsen, málverji (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-07 16:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nøkur sponsk tíðindafund vóru komin til føroyska tíðindafundin í Gijón undan føroysku venjingini á 111 ára gamla leikvøllinum, El Molinón. Tey høvdu nakrar spurningar til landsliðsvenjaran og málverjan.

Lars Olsen legði út við stutt at greiða frá skránni hjá føroyska liðnum seinastu dagarnir. Síðani viðgekk hann, at talan var um ein ræðuligan dyst móti Svøríki hóskvøldið - serliga í 1. hálvleiki. Landsliðsvenjarin segði, at hann hevði hugt leikararnir í eyguni, og sá at teir vóru til reiðar at spæla ein betri dyst í morgin.

Lars: - Skulu langt aftur fyri at síggja eitt avrik sum í dag 

Um Spania segði hann, at talan er um besta lið í bólkinum - eingin ivi um tað. Tískil fór hetta at vera ein truplari uppgáva.  

Til seinast bar Lars Olsen fram samkenslu við Luis Enrique og familja hansara. Fyri stuttum misti fyrrverandi stórleikarin og landsliðsleikarin níggju ára gomlu dóttir sína. Xana Enrique var bert níggju ár, tá hon doyði av krabbameini. 

Luis Enrique var saman við sjúku dóttir sínari, tá Spania spældu í Føroyum í juni. Tá stóð hjálparvenjarin, Robert Moreno, á odda fyri spanska liðnum. Nú 41-ára gamli maðurin er settur fast í leiklutin, eftir at Enrique gavst 19. juni. Spurdur um hetta, svaraði Lars, at har er eingin broyting í leikhátti við Moreno, ið vann sín fyrsta dyst í starvinum í Rumenia hóskvøldið. Lars segði, at útfrá 2-1 sigrinum var Spania framvegis eitt lið, ið byggir nógv uppá possesion - at halda uppá bóltin. 

Gunnar Nielsen segði, at talan er um eitt av bestu liðnum í heiminum. Við fantastiskum leikarum á mótstøðuliðunum væntaði málverjin, at Føroyar fóru at koma undir trýst. Gunnar segði, tá hann varð spurdur um evni, at hann hevur spælt fleiri landsdystir, har hann  hevur nógv at gera í málinum og er harvið vanur við tað.

Føroyska liðið er framvegis í gongd við sína venjing á leikvøllinum hjá Sporting Gijón, har tað er pláss fyri áleið 30,000 áskoðarum, og har dysturin verður leiktur klokkan 20.45, lokala tíð í annaðkvøld - 19.45 føroyska tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder