placeholder
Fótbóltur

Gott føroyskt avrik í Gijón

Tvey mál heilt seint í dystinum fingu tað at síggja heldur keðiligt út, men við sera góðum stríði, vilja og góðum málmansspæli hildu Føroyar Spania niðri á 2-0 til 89. minutt. Heilt nær við var eisini, at Føroyar fingu minka um munin..

Brandur Hendriksson stóð sterkur í myndini í stríðnum við spaniólar (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson stóð sterkur í myndini í stríðnum við spaniólar (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-08 21:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gijón, Spania (Portalurin) Føroyska liðið kom til Gijón við einum 4-0 tapi móti Svøríki á heimavølli í skjáttuni, har serliga ein ógvuliga vánaligur 1. hálvleikur sveið. Tað at Føroyar nú á útivølli skuldu takast við eitt lið, sum er á hægri støði enn Svøríki, og tað at føroyska A-landsliðið er í einum aldudali nú gjørdi, at vónirnar snøgt sagt ikki vóru góðar hjá teimum flestu. Vandin fyri stórtapi hevur lúrt, og hóast Spania skifti níggju leikarar út í mun til sigurin í Rumenia, so var tað millum annað talan um leikarar úr Real Madrid, Bayern Munchen, Manchester City og Manchester United, ið komu inn á liðið. 


Hetta var fyrsti heimadystur hjá Robert Moreno í starvinum sum spanskur høvuðsvenjari. Hann tók við í juni eftir Luis Enrique, ið fyri stuttum misti níggju ára gomlu dóttir sína orsaka av krabbameini. Hetta varð marka' við tøgn í ein minutt áðrenn dystin. Moreno sá sítt lið hava bóltin 95 prosent av tíðini fyrstu stóru tíggju minuttirnar. Heimaliðið setti seg ikki óvæntað á spælið beinanvegin og kom longur og longur fram. Í 10. minutti vóru føroyingarnir noyddir at verja fyri skoti í málteiginum. 

[object Object]
Føroyingarnir stóðu saman sum ein og vardu fyri nógvum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm) 

Føroyar komu ikki á bóltin - tað var power play. Í 13. minutti fingu okkara tríggar samanhangandi alveringar á fyrsta sinni. Sìðani mistu Føroyar bóltin, og Spania skoraði. Verjan handfór ikki støðuna, tá bólturin varð spældur ímillum keturnar, og spaniólar vórðu tveir móti einum við Gunnari. Føroyingar vildu vera við, at talan var um rangstøðu, tá alveringing kom yvirum til Rodrigo, ið rullaði bóltin í eitt tómt mál; eisini vístu fleiri føroyingar á, at teir hildu, at spaniólin hevði hondina á bóltinum.

[object Object]
Spaniólar koma ígjøgnum áðrenn 1-0 málið (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Gunnar Nielsen gjørdi beinanvvegin vart við, at hann helt, at talan var um fríspark (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Smeiturin fekk ikki okkara at fell í fátt - heldur at ressast við. Fínar taktir vóru at síggja í minuttunum eftir málið, har Føroyar megnaðu at halda fast í bóltinum og flyta hann runt: Serliga vóru tað Brandur Hendriksson og høgra síðan, har vongbakkurin Sølvi Vatnhamar og Jóan Símun Edmundsson komu væl við í spælið. Spania setti seg síðani fullkomiliga á tað aftur - tó uttan at skapa møguleikar. Eftir lítlan hálvan tíma kom Jóannes Bjartalíð fyrst á ein leysan bólt, tók eitt gott trekk og skeyt úr 20 metrum við høgra beininum men David De Gea, sum í dag vardi spanska málið, bjargaði.

[object Object]
Gunnar leikti ein góðan dyst í føroyska málinum (Mynd: Sverri Egholm)

Tíggju minuttir fyri hálvleik hevði Gunnar Nielsen ein góða bjarging eftir fluktara hjá Thiago. Tveir minuttir seinni hevði Spania ein vandamiklan stútara, og fimm minuttir fyri hálvleik var aftur ein góð atgerð frá Gunnari, sum forðaði Thiago at økja. Føroyar skaptu síðani eina vandamikla støðu: Jóan Símun varð sendur avstað, har hann hevði gott pláss at renna á í høgru. Innleggið lá væl, og Viljormur var sera nær við at koma til skot tætt undir málinum. 1-0 í hálvleikinum

[object Object]
Viljormur rann nógv í vinstru síðu - hann kom heilt nær við at skora (Mynd: Sverri Eghiolm) 

Fyrstu minuttirnar av 2. hálvleiki var føroyskt ósketni í tveimum førum nær við at kosta mál - spaniólar vóru ágangandi, og eftir smaár fimm minuttir vunnu teir bóltin og gjørdu skjótt av. Rogrigo varð sendur avstað, og komin inn í brotsteigin slapp hann at trekkja inn til skot. Bólturin kom líka í eitt føroyskt bein, og so var 2-0. 

Spaniólar vildu hava meira og kringsettu í fleiri løtum av álvara føroyska brotsteigin. Men hvørjaferð tað var nær við, og tað var veruliga nær við 3-0 fleiri ferðir miðskeiðis í hálvleikinum, so kom ein í hvítum klæðum ella Gunnar Nielsen fyri. 

[object Object]
Andrias Eriksen kom inn í føroysku verjuna fyri skadda Rógva Baldvinsson, og B36-miðverjin fekk eina góða landsliðsdebut (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar fluttu bóltin væl til tíðir í 2. hálvleiki - serliga við Brandi og Halli á odda. Og okkara komu eisini til ein stóran møguleika. Eins og fyri steðgin kom Jóannes Bjartalíð, ið spældi sín fyrsta landsdyst frá byrjan, á ein leysan bólti eftir ein nærdyst, og so setti hann ferð á. Komin inn í brotsteigin stóð hann einsmallur við De Gea, og United-málverjin bjargaði sera væl frá United-fjepparanum. 

[object Object]
Jóannes Bjartalíð - her í luftdysti við Dani Carvajal úr Real Madrid - leikti ein góðan dyst og kom til ein risamøguleika, har hann kundi gjørt tað til 2-1 (Mynd: Sverri Egholm) 

Tíverri bleiv tað ístaðin 3-0. Hetta var í seinasta minutti. Málið kom eftir vælleikt álop ígjøgnum okkara vinstru. Tað bleiv eisini 4-0 í yvirtíðini. Í báðum førum var tað innskifti Paco Alcacer, ið sló til.[object Object]
Annar av tvífaldu málskjúttunum hjá Spania í nærdysti við Heina Vatnsdal, ið spældi í føroysku miðverjuni í dag  (Mynd: Sverri Egholm)


Spania tyktist ikki heilt í gear, men tað er eingin ivi um, at føroyska liðið á mangan hátt spældi ein góðan dyst og reisti seg aftur eftir eitt keðiligt avrik hóskvøldið. Leikararnir arbeiddu knallhart fyri hvør øðrum og tordu og vildu vera til staðar. Tað varð tó ikki hildið heilt fokus seinastu minuttirnar, orkan var gingin undan, og tí endaði tað aftur 4-0. 

[object Object]

[object Object]
Føroysku áskoðarnir vóru mælskir og spælarnir komu eisini við einum ordans innsatsi- her takka teir hvørjum øðrum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar spæla aftur í oktober. Tá er talan um tveir heimadystir - Fyrst Rumenia (12/10) og síðani Malta (15/10) 

EM-undankapping, 6. umfar
El Molinón, Gijón - 08.09  
Spania - Føroyar 4-0 (1-0)
13' Rodrigo 1-0
49' Rodrigo 2-0
90' Paco Alcacer 3-0
92' Paco Alcacer 4-0


Føroyar (5-4-1/3-4-3): 
Gunnar Nielsen - Sølvi Vatnhamar, Heini Vatnsdal, Atli Gregersen (L), Rógvi Baldvinsson (55' Andrias Høgnason Eriksen) Viljormur Davidsen - Jóan Símun Edmundsson (65' Kaj Leo í Bartalsstovu), Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð - Klæmint Andrasson Olsen (87' Magnus Egilsson)

Venjari: Lars Osen

Spania (4-3-3):
David De Gea - Dani Carvajal, Sergio Ramos (L) (85' Unai Nunez), Mario Hermoso, José Luis Gaya - Thiago Alcántara, Rodri, Dani Parejo - Suso (68' Pablo Sarabia, Rodrigo, Mikel Oyarzabal (60' Paco Alcacer)

Venjari: Robert Moreno

Áskoðaratal: 23.644

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder