Annað

Styrkifelag Føroya stovnað

Skal vera karmurum ítróttir, sum hava við kraft og styrki at gera.

2019-09-10 16:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin var stovnandi aðalfundur í Styrkifelag Føroya í ÍSF-húsinum. Stigtakarar til felagið eru venjingarmiðstøðirnar Burn, Yndi Fitness, Fullpower, Tvørmegi og onnur við serligum áhuga fyri kraftítróttum.

Styrkifelag Føroya verður karmur um ítróttir, sum hava við kraft og styrki at gera. Talan er um olympiska vektlyfting, kettlebell-ítróttina, powerlyfting, strongman-ítróttina og CrossFit. Aðrar ítróttagreinir kunnu eisini vera við.

Endamálið við felagnum er at stuðla hesum ítróttagreinum fram á leið. Millum annað verður skipað fyri almennum føroyameistarakappingum, og almennir metlistar skulu haldast.

Umráðandi er eisini at skipa fyri góðum venjingarumstøðum og at menna venjaraførleikar í Føroyum.

Felagið verður skipað undir ÍSF, og næsta stig verður at stovnað eitt menningarsamband hjá ÍSF, sum verður karmur um hetta felagið og onnur feløg í framtíðini. Tætt samstarv verður við norðurlendskar styrkifelagskapir, ikki minst við Dansk Vægtløftings-Forbund og danska landsliðsvenjaran Frank Petersen, sum dagliga virkar í felagnum AK Atlas. Í sambandi við stovnanina var skeið í olympiskari vektlyfting, sum Frank Petersen stóð fyri, hildið í Tvørmegi.

Formaður í nýggja felagnum er Heini Hátún, og næstformaður Eyðun Mortensen.

Undirtøkan  á skeiði og aðalfundi var góð, og tað var gott at staðfesta, at breiður áhugi tykist at vera í Føroyum fyri styrkiítróttum. Tó vóru kvinnur ikki nóg væl umboðaðar henda dagin.

- Frameftir royna vit at fáa fleiri kvinnur við í felagið. Stór luttøka er hjá kvinnum annars í styrkiítrótti, eitt nú í Íslandi, sum hevur fleiri av heimsins fremstu kvinnum innan CrossFit. Danskar kvinnur standa seg eisini væl altjóða innan olympiska vektlyfting.

Umboðanin í nevndini er annars breið, limir eru frá fleiri venjingarmiðstøðum og ymsum økjum í Føroyum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder