Fótbóltur

Fýra kassar til Ronaldo

Porgugisiski stjørnuleikarin vant burtur úr Litava í gjárkvøldið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-09-11 09:40 Author image
Ingi Samuelsen

Stjørnuleikarin Cristiano Ronaldo skoraði ikki færri enn fýra mál, tá Portugal í gjár vann ein tryggan 5-1 sigur á Litava í EM-bólki B í gjárkvøldið.

Portugal roynir at hála seg inn á aftur Ukreina, sum liggur á odda í bólkinum. Undan dystinum í gjár hevði Portugal bert fingið ein sigur og tveir javnleikir.

Ronaldo byrjaði fremst í álopinum saman við vandamiklu liðfeløgunum Joao Felix og Bernardo Silva. Longu í 7. minutti legði Ronaldo Portugal á odda við einum tryggum brotssparki.

Litava fekk javnað í fyrra hálvleiki, men í øðrum var Ronaldo ikki at støðga, og hann skjeyt trý mál afturat áðrenn William Carvalho skoraði til 5-1 móti endanum á dystinum.

Við sigrinum liggur Portugal nú fimm stig eftir Ukreina, sum hevur 13 stig, men spældi ikki í gjár. Serbia vann 3-1 á Luksemburg og liggur nú á triðja plássi í bólkinum, eitt stig eftir Portugal, sum tó hevur spælt ein dyst færri enn øll hini liðini. 

placeholder
placeholder