Fótbóltur

Fyrsta steypafinalan verður í kvøld

U15-dreingirnir hjá KÍ og Víkingi hittast í kvøld við Løkin, har liðini skulu dystast um Cadburysteypið.

KÍ vann í fjør 3-1 á B36 í finaluni - Her hevur Dávid Biskopstø Andreasen, ið eisini er við hesuferð, lagt KÍ á odda 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ vann í fjør 3-1 á B36 í finaluni - Her hevur Dávid Biskopstø Andreasen, ið eisini er við hesuferð, lagt KÍ á odda 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-11 13:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra steypavikuskifti hjá Fótbóltssambandinum verður á Tórsvølli næsta vikuskifti, har steypafinalurnar hjá gentum, dreingjum, kvinnum og monnum eru á skránni. Ein verður tó longu í kvøld - sum skilst verður partur av Víkinga-liðnum á námsferð næsta vikuskifti, og tí verður finalan leikt nú. 

Víkingur skal spæla móti steypavinnarunum frá í fjør. Klaksvíkingar vunnu 3-1 á B36 í finaluni í fjør, og fleiri av leikarunum frá tí liðnum ganga aftur í ár.

[object Object]
Silas Gaard í finaluni í fjør - hann og hinir KÍ'arnir skulu royna at endurvinna steypið (Mynd: Sverri Egholm) 

Finaluliðini eru jøvn í stigum í tøttu landskappingini hjá U15. Bæði hava 18 stig og eru eitt stig aftanfyri B36 á 1. plássi. Víkingur hevur leikt 9 dystir - KÍ 8. Í hálvfinalunum  í steypakappingini vann KÍ 4-2 á ÍF og Víkingur 4-0 á FC Hoyvík.

Lagt er upp til eina tætta og spenanndi finalu, ið verður leikt á uttanveltaðum vølli við Løkin í Runavík. Fyrsta bríksl er klokkan 19.45. Til ber at stroyma finaluna á youtubesíðuni hjá FSF-varpinum (leinkja verður løgd út á fsf.fo seinni í dag)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder