placeholder
Fótbóltur

U15 dreingir: KÍ endurvann steypið eftir longda leiktíð

Víkingur skoraði tvey mál seint í vanligu leiktíðini, men klaksvíkingar vóru stinnari seinastu tjúgu minuttirnar og vunnu inntesu finaluna og deyðbóltskríggið við Løkin.

Her lyftir Jens Mortan Samson Cadbury Steypið í 2018. Fleiri av leikarunum hjá KÍ frá tá vunnu aftur gull í kvøld - eins og tveir av venjarunum (Mynd: Sverri Egholm)

Her lyftir Jens Mortan Samson Cadbury Steypið í 2018. Fleiri av leikarunum hjá KÍ frá tá vunnu aftur gull í kvøld - eins og tveir av venjarunum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-11 22:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrsta av ársins steypafinalum hjá Fòtbóltssambandi Føroya varð leikt við Løkin í kvøld. Hon var framskundað tíggju dagar, tí at partur av Víkinga-liðnum verður á námsferð næsta vikuskifti, tá stóra steypafinaluvikuskifti verður á Tórsvølli. Tað var KÍ, ið skuldi royna at verja steypið móti víkingunum. Liðini liggja í løtuni lið um lið í landskappingini og hava vunnið hvør sín innahýsis dyst í landskappingini, so lagt varð upp til ein javnan dyst.

Nógvir áskoðarar vóru komnir til Runavíkar úr Klaksvík og úr Eysturkommunu, og teir settu veruliga sín dám á. Teir fingu eisini ein lívligan, inntensan og dramatiskan dyst, har spenningur var í næstan 90 minuttir (Dreingir 15 spæla 2x35 minuttir) Longd leiktíð varð neyðug, men hetta lá ikki heilt í luftuni, tá endin nærkaðist.

Við einum máli eitt lítið korter inn í 1. hálvleik og einum tíggju minuttir inn í 2. hálvleik var KÍ veruliga á sigurskós. Í báðum førum var tað vælleikandi liðformaðurin Jákup Norðoy Vilhelmsen, ið sló til. Bæði málini komu eftir horna; tað fyrra úr høgru og sum ein Víkingur ikki fekk ruddað burtur - tað seinna úr vinstru og sum Asbjørn Lómaklett á Tjaldrafløtti stútaði inn í málteigin, har Jákup aftur var til reiðar og skumpaði bóltin í málið. 

Liðið hjá Víkingi stríddist tó sera væl, og eftir eitt gott frísparksinnlegg áleið fimm minuttir fyri tíð, fekk Ólavur Poulsen høvdið á, og so var 2-1. KÍ var beint eftir hetta nær við 3-1, men so satsaði Víkingur tað senasta, og í yvirtíðini fingu klaksvíkingar ikki ruddað enn eitt frísparksinnlegg úr vinstru burtur, og so fekk lívligi innskiftarin Sigmund Hansen javnað, og so var neyðugt við longdari leiktíð fyri at finna vinnaran av Cadbury Steypinum 2019.

Klaksvíngar reistust mentalt, eftir at víkingarnir høvdu strítt seg til longda leiktíð, og næstan beinanvegin í longdu leiktíðini sendi Dávid Biskopstø Andreasen eitt frálíkt frísparksinnlegg inn í brotsteigin, ið Tóki á Lofti snittaði í málið. Víkingur megnaði ikki at svara aftur; orkan hjá báðum liðnum var við at renna undan. KÍ hevði tó, tað sum skuldi til, og í 2. minutti í seinna hálvleiki av longdu leiktíðni streyk innskifti Rókur Josephsen avstað í høgru. Hann legði bóltin útfrá til Silas Gaard, og áleyparin sendi bóltin sera hegnisliga í longra málhornið og punkteraði finaluna.  

Ein góð finala, har ungu menninir stríddust ógvuliga væl frammanfyri mongu áskoðaranum. KÍ vann annað árið á rað steypið - nógvir av leikarunum í kvøld vóru eisini við í fjør, tá klaksvíkingar lyftu Cadbury Steypið á Tòrsvølli. Tað var nógv lív í, og sigast kann, at KÍ vann deyðbóltskríggið (3-2) og kryddraði við einum frálíkum málið, ið lukkaði dystin heilt

KÍ - Víkingur 4-2 - 2-2 eftir vanliga leiktíð (2-0)
Jákup Norðoy Vilhelmsen 1-0
Jákup Norðoy Vilhelmsen 2-0
Ólavur Poulsen 1-2
Sigmund Hansen 2-2
Tóki á Lofti 3-2
Silas Gaard 4-2

Leikarahópurin hjá KÍ: Kári Müller, Dánial Højgaard, Jákup Vilhelmsen (L), Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen,  Dávid Biskopstø Andreasen, Asbjørn Lómaklett á Tjaldrafløtti, Silas Gaard, Tóki á Lógv, Benjamin Vilhelmsen, Silas Jacobsen, Tummas á Lakjuni, Rókur Josephsen,  Ári Jógvansson, Kjartan Jacobsen og Poul Jacob Christiansen.

Venjarar: Eyðbjørn Jacobsen, Jan Andreasen og Oddur Olsen

Til ber at síggja alla finaluna her - FSF Varpið eigur upptøkurnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder