Fótbóltur

U18: B36 endurvann steypið

Bæði málini komu í 1. hálvleiki; ta fyrra næstan beinanvegin, tá B36 vann fult uppiborið á ÍF/VÍK/B68 í fyrstu finaluni í stóra steypfinaluvikuskiftinum.

2019-09-20 19:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta mikudag vunnu U15-dreingirnir ársins fyrstu steypafinalu, og mikukvøldið vann HB fyrstu U13-finaluna hjá gentum nakrantíð.

Les meira: KÍ endurvann steypið eftir longda leiktíð
                 U13-genturnar hjá HB skrivaðu søgu

Í kvøld varð lagt út við Mótasteypinum. Í fjør vann B36 tað við stórsigri á grannunum úr HB, og á U18-liðnum í ár gingu so at siga allar aftur. B36 var eisini sum væntað omaná móti ÍF/Vík/B68, ið var uttan tveir teir størstu profilarnir, Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir og Monu Rasmusdóttir. Tær ganga nú í ítrottarskúla í Danmark, og hóast tær vóru til staðar í kvøld, so spldu tær ikki orsakað av manglandi leikaraloyvi. 

B36 byrjaði eisini betri í góðveðrinum á Tórsvølli og kom á odda longu í 2. minutti, tá Bára Magnussen skoraði. Hon royndi seg fyrst við knøppum skoti, málverjin bjargaði, men megnaði ikki at halda bóltinum og so var Bára til reiðar aftur og prikaði bóltin í málið. ÍF/VÍK/B68 helt væl fast í bóltinum næstu løtuna og reisti seg væl, men B36 tyktist so at siga allatíðina at vera meira vandamikið. 

Serliga var tað Emma Hansdóttir ið við sínari styrki og sínum hegni hótti felagsliðið, og tað var eisini liðskiparin hjá B36, ið økti við frálíkum málið, tá spælt var beint yvir ein hálvur tími. Hon trekti inn í brotsteign og inn til sítt sera sterka høgra bein, og við tí høgdi Emma bóltin upp í longra málhorn til 2-0.

Hjá Víkingi var tað serliga áleyparin Noomi Hansen, ið var vandamikil við sínari ferð og góðum renningum í dýbdina. Noomi kom eisini til tveir heilt góðar møguleikar, men megnaði ikki at umseta tað til mál. Felagsliðið úr Eysturoynni flutti í løtum bóltin heilt væl runt, har Durita Svensdóttir var eitt snúningspunkt á sentrala miðvøllinum. B36 var tó fysiskt omaná, og hevði nakrar møguelikar at økja til 3-0. 

Sigurin hjá B36 kom ikki í vanda seinastu løtuna, har Marjun Danielsen, ið vanliga er liðskipari á liðnum og spælir fast í Betrideildini, fekk nakrar minuttir. Hon var ein umráðandi partur av steypasigrinum í fjør, men var ikki nóg birg at byrja inni. Lív Rúnadóttir, ið eisini spældi væl í finaluni í fjør, var eyðsýnd á sentrala miðvøllinum hjá B36. Lív varð vald til dagsins leikara, beint áðrenn Emma og Marjun lyfti steypið.  

Finalan um Mótasteypið
Tórsvøllur,
20.09
B36 - ÍF/Víkingur/B68 2-0 (2-0)
2' Bára S. Magnussen 1-0
33' Emma Hansdóttir 2-0

Klokkan 20.00 bresta HB og Skála saman í finaluni hjá U21. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder