placeholder
Fótbóltur

HB vann fýra steyp

B36 og KÍ tryggjaðu sær tvey í part og Víkingur eitt. Hetta er greitt, eftir at stóra steypafinaluvikuskifti hjá FSF er av.

2019-09-23 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nærum 3.000 áskoðarar á Tórsvølli sóu HB vinna Løgmanssteypið 2019 við 3-1 sigri á Vìkingi, og harvið vann HB fýra steypasigrar í ár - bæði hjá kvinnum og monnum var talan um fyrsta steypasigurin í langa tíð.

Finalan um Løgmanssteypið, ið varð leikt í tjúkkum mjørka, var tann níggjunda og seinasta í ár. HB var best umboðaða felagið og vann fýra av teimum seks finalunum, her felagið hevði umboðan: Gentur U13, Dreingir U21, steypakappingina hjá kvinnum og Løgmannsteypið. 

Myndir: HB - Víkingur
Myndir: Steypafinala kvinnur: HB - EBS/Skála

B36 og KÍ vunnu tvey steyp í part, meðan Víkingur fór avstað við einum. 

- Níggju finalur upp á nakrar fáar dagar setur stór krøv til FSF. Men við góðari hjálp frá feløgunum so hepnaðist hetta aftur í ár sera væl. Nógvir áskoðarar vóru til allar dystirnar, so tað er ikki frítt, at vit longu nú gleða okkum til steypafinaluvikuskiftið næsta ár, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya við heimasíðuna fsf.fo

Allar myndirnar av vinnarunum kunnu síggjast her
Yvirlit yvir allar finalurnar: 

Mikudagin 11. september (Við Løkin, Runavík)

U15 dreingir (Cadbury Steypið): 
KÍ - Víkingur 4-2 e..l.l - 2-2 eftir vanliga leiktíð 
Jákup Norðoy Vilhelmsen 1-0
Jákup Norðoy Vilhelmsen 2-0
Ólavur Poulsen 1-2
Sigmund Hansen 2-2
Tóki á Lofti 3-2
Silas Gaard 4-2
Dagsins leikari: Jákup Andrias Thomsen (Víkingur)

KÍ endurvann steypið eftir longda leiktíð


Mikudagin 18. september (Tórsvøllur)
U13 gentur
HB  - 07 Vestur 4-1

Fríða Magnusardóttir Jakobsen skoraði tvey mál fyri HB, meðan Maria Dahl Eystberg og Silja Geirsdóttir Eystberg gjørdu hvør sítt. Málið hjá 07 Vestur skoraði Lisa Haraldsen.

Dagsins leikari: Fríða Magnusardóttir Jakobsen (HB)

U13 genturnar hjá HB skrivaðu søgu


Tórsvøllur, Fríggjadagin 20. september

Finalan um Mótasteypið - U18
B36 - ÍF/Víkingur/B68 2-0(2-0)
2' Bára S. Magnussen 1-0
33' Emma Hansdóttir 2-0
Dagsins leikari: Lív Rúnadóttir (B36)

B36 endurvann steypið


Finalan um Thomas Dam Intersport steypið -  U21
HB - Skála 5-3 (eftir brotsspørk) 2-2 e.l.l  - 1-1 e.v.l
28' Gilli Róason 1-0
80' Aksel Bjartalíð Danielsen 1-1
91' Gilli Róason 2-1
110' Karl Martin Johansen 2-2

Brotsspørk: 
2-3 Aksel Bjartalíð Danielsen
3-3 Jógvan Petersen
Mattias Lamhauge bjargar skoti frá Djóna Jansson Petersen 
4-3 Símun Sólheim (br.)
Mattias Lamhauge bjargar skoti frá Andreas Egeberg Jacobsen
Martin Danielsen bjargar skoti frá Gilla Róason
5-3 Tórmóður Petursson Djurhuus (br.)

HB vann annað árið á rað eftir brotssparkskapping

Tórsvøllur, Leygardagin 21. september

Finalan um Solar Steypið - U13 Dreingir
B36 - HB 2-1 (1-0)
9' Hanus Reinert 1-0
22' Finnur Johannesen 2-0
35' Magnus Rubek Carlsen 2-1
Dagsins leikari: Mattias Hellisdal (B36)

B36 vann fyrstu finaluna


Finalan um Eilif Arge Steypið  - Gentur U15 

Tórsvøllur, 21. september
B36 - KÍ 2-5 (1-1)
5' Astrid Mittfoss 1-0
12' Malena Olsen 1-1
36' Malena Olsen 1-2
45' Antiha Dalinum 1-3
52' Malena Olsen 1-4
56' Jasmin Mittún Darvishi 2-4
57' Malena Olsen 2-5
Dagsins leikari: Malena Olsen

KÍ setti B36 uppá pláss


Finalan um Blaðberasteypið - U17

Víkingur – HB 1-0
18’ Noah Mneney 1-0
Dagsins leikari: Ási Dam (HB)

Víkingur vann á HB


Steypafinalan hjá kvinnum
HB - EBS/Skála 3-0 (2-0)
19' Heidi Sevdal 1-0
31' Elin Maria Isaksen (br.) 2-0
83' Julia Naomi Mortensen 3-0
Dagsins leikari: Heidi Sevdal (HB)

Fyrsta steypið hjá HB í18 ár

Finalan um Løgmanssteypið
HB - Víkingur 3-1 (1-0)
40' Adrian Justinussen 1-0
52' Símun Samuelsen 2-0
61' Andreas Lava Olsen 2-1
71' Sebastian Pingel 3-1
Dagsins leikari: Dan í Soylu (HB)

Fyri fyrstu ferð í 15 ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder