placeholder
Fótbóltur

Beinleiðis sjónvarp: Víkingur - KÍ

Týdningarmikil dystur í FM-stríðnum í Betri deildini. Síggj dystin her.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-08 18:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Útsetti dysturin millum Víking og KÍ verður bríkslaður í gongd klokkan 19. Hann skuldi spælast leygardagin, men orsaka av nógvum vindi fekk bólturin ikki ligið stillur á vøllinum. Avgerð var tí tikin um at útseta dystin.

Skal KÍ halda fast í B36 í FM-stríðnum er ein sigur eitt krav. Somuleiðis er sigur eitt krav hjá Víkingi, sum hevur seks stig upp til NSÍ og eitt pláss í Evropa.

Televarpið sendir dystin, og hann sæst við stóra haldinum hjá Televarpinum. Eisini ber til at keypa sær atgongd til dystin fyri 39 krónur.

Fylg við her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder