Fótbóltur

- Hildu tað var eitt gott hugskot at fáa ein seyð inn á Hotel Føroyar

Hetta segði norðurírin Gareth McAuley við Sky Sports, í samband við at hann var spurdur um mest øru/stuttligu hendingina í sínari fótbóltsyrkisleið. Hendingin fór fram í Føroyum í 2010.

Gareth McAuley stríðist her við føroyingar á Tórsvølli í oktober 2015. McAuley leggur í støðuni Norðurírland á odda - fimm ár frammanundan stríddist hann við at fáa ein seyð inn á Hotel Føroyar (Mynd: telegraph.co.uk)

Gareth McAuley stríðist her við føroyingar á Tórsvølli í oktober 2015. McAuley leggur í støðuni Norðurírland á odda - fimm ár frammanundan stríddist hann við at fáa ein seyð inn á Hotel Føroyar (Mynd: telegraph.co.uk)

2019-10-09 12:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nógvar løgnar søgur, tá tað kemur fótbóltsleikarar og teirra atgerðir á og uttanfyri vøllin. Nú 39-ára gamli Gareth McAuley varð biðin at greiða frá sínum "craziest football memory": 

"Tað man vera, tá vit royndu at fáa ein seyð inn á gistingarhúsið í Føroyum. Har búgva liðini á sama gistingarhúsið, ið er bygt inn í ein heygg, og seyðir ganga javnan framvið vindøgunum. Tá man er á slíkum túrum, skal man fáa tíðina at ganga við onkrum seinnapartar, so vit hildu av einari ella aðrari orsøk, at tað var eitt gott hugskot at fáa ein seyð inn á gistingarhúsið"

Venjarin fangaði McAuley og hinar í gerðini uttanfyri Hotel Føroyar

"Vit royna so at lokka seyðin við grasi og stríðast fyri at reka tað inn. Tá varnast vit, at Nigel Worthington (venjarin) og hansara toymi standa og hyggja at okkum. Hann trúði ikki sínum eygnu eygum. Nú nýtir hann okkum sum dømi á venjaraskeiðum, um ein kemur í líknandi støðu"

Sí og hoyr frágreiðingina hjá McAuley her

Hetta greiðir fyrrverandi landsliðsmiðverjin flennandi frá í samrøðu við Sky Sports. Hann spældi 80 landsdystir fyri Norðurírland, og nú er hann í Hollandi í samband við EM-undankappingardystin hjá norðurírum har. Serliga hendingin í Føroyum hevur sett seg fast hjá sterka miðverjanum, ið spældi fýra dystir móti Føroyum og skoraði heili trý mál.

[object Object]McAuley skoraði tvey mál í 3-1 sigrinum hjá Norðurírlandi á Føroyum á Tórsvølli í 2015 (Mynd: The Guardian)

Hetta var fyrstu ferð, at verjuleikarin var í Føroyum. Hann spældi allar 90 minuttirnar á Svangaskarði, har Christian Holst legði Føroyar á odda í 2. hálvleiki. Kyle Lafferty fekk javnað, men 1-1 javnleikurin var eitt betri úrslit fyri Føroyar. Árið eftir vunnu McAuley og norðurírarnir greiðan 4-0 sigur í Belfast.

Føroyar og Norðurírland vóru aftur í bólki saman til næstu EM-undankappingina. Á heystið í 2014 skoraðu McAuley og Lafferty í 2-0 sigrinum í Belfast og árið eftir, gjørdu teir tað sama í 3-1 sigri á Tórsvølli. Tá gjørdist verjuleikarin McAuley tvífaldur málsjúkki.

Hann var júst kendur fyri sína stóru styrki í luftspælinum og fyri at skora eftir deyðbóltar. Tað gjørdi hann nógv av fyri West Bromwich í Premier League, ið hann spældi yvir 200 dystir fyri. McAuley endaði yrkisleið sína í Rangers, og nakrir føroyskir landliðsleikarar hava nevnt hann sum ein av truplastu verjuleikarunum at spæla ímóti - serliga orsakað av hansara luftstyrki. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder