Annað

Signa Vár til reiðar til INAS Global Games

Skal vera við í stórari altjóða kapping í Brisbane.

Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen

Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen

2019-10-09 14:29 Author image
Tíðindaskriv

Svimjarin Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen skal í døgunum 12.-19. oktober umboða Føroyar í heimsins størstu ítróttakapping fyri úrvalsítróttarfólk við menningarórógvi.

Tað er fimtu ferð, at INAS (The International Federation For Athletes With Intellectual Impairments) heldur Global Games, men tað er fyrstu ferð at Føroyar eru umboðaðar. Kappingin verður í avstralska býnum Brisbane.

Landsliðsvenjarin í svimjing, Barbara Holm, hevur úttikið Signu Vár Dávadóttir Næs Joensen úr Hhavnar Svimjifelag at luttaka í kappingini, ið hevur 1000 luttakarar úr 50 londum.

Tað eru ikki nógv fólk við menningarórógvi, ið íðka úrvalsítrótt, men tó eru nøkur ið áður hava roynt seg í øðrum kappingum, serliga í frælsum ítrótti og ikki minst svimjing, har Ragnvaldur Jensen umboðaði Føroyar í Paralympisku leikunum í London í 2012.

Høvuðsendamálið við føroysku luttøkuni er at fáa royndir, og at vísa á, at hetta er ein møguleiki fyri onnur fólk við líknandi avbjóðingum.

INAS kappingar eru eitt fínt høvi at royna seg á altjóða pallinum, men av tí at hetta er fyrstu ferð at bókurin II3, sum er fyri fók við vanligum intelligensi innan autismuspektrið, luttekur, so er trupult er at vita hvussu hørð mótstøðan verður.

Fyrsta kappingin hjá Signu Vár verður sunnudagin 13. oktober. 

[object Object]
Signa Vár hevur fyrr verið við í stórum altjóða kappingum - her Special Olympics World Games í Abu Dhabi

Les eisini: Signa Vár vann silvur og bronsu í AbuDhabi 

 

placeholder
placeholder