Fótbóltur

U17-landsliðið við gentum úttikið

- Tað er stórt fyri genturnar at sleppa at spæla landsdystir á heimavølli, og vónandi fer hetta at geva okkum tað eyka elementið, sum skal til, um vit skulu fáa stig, sigur Øssur Hansen, venjari.

Øssur Hansen er venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, sum í døgunum 17. til 23. oktober skal spæla EM-undankapping í Føroyum (Mynd: Bjarni Enghamar)

Øssur Hansen er venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, sum í døgunum 17. til 23. oktober skal spæla EM-undankapping í Føroyum (Mynd: Bjarni Enghamar)

2019-10-09 18:40 Author image
Tíðindaskriv

Norra, Slovenia og Aserbadjan verða mótstøðuliðini, tá Føroyar í komandi viku eru vertir fyri EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum.

- Tað er stórt fyri genturnar at sleppa at spæla landsdystir á heimavølli, og vónandi fer hetta at geva okkum tað eyka elementið, sum skal til, um vit skulu fáa stig, sigur Øssur Hansen, sum væntar sær grótharða mótstøðu í undankappingini.

- Norra er í heimsflokki á gentu- og kvinnusíðuni, og Slovenia fer eisini buldrandi uppeftir við rúkandi ferð, so tað verður øgilig mótstøða frá serliga teimum báðum londunum, men tað gevur okkara spælarum góðar royndir og førleikar at spæla móti so góðum tjóðum.

- Ímóti Aserbadjan meta vit okkum hava ein veruligan møguleika fyri at fáa stig, tí teimum hava vit spælt ímóti fyri stuttum, og tá vóru vit ikki langt aftanfyri tær, sigur Øssur Hansen við heimasíðuna hjá FSF.

U17-hópurin hevur fyrireikað seg væl til kappingina, og nú er greitt, hvørjar tær 18 verða, ið skulu umboða Føroyar.

Hópurin

Ró á Lakjuni, KÍ

Ronja Leonsdóttir, AB/B71

Jenny R. Petersen, ÍF

Nancy Einarsson, TB

Sunniva W. D. Christiansen, HB

Fridrikka Clementsen, AB/B71

Bjørk F. Joensen, HB

Birita P. Rasmussen, B36

Judith Eilersdóttir, AB/B71

Anitha á Dalinum, KÍ

Lív Rúnadóttir, B36

Hanna D. Hansen, B36

Mathilde Vestergaard Mørch, AaB Ålborg (Danmark)

Celia Qing Kofod Toxborg, HB Køge (Danmark)

Malena Olsen, KÍ

Karin Áslakksdóttir, Víkingur

Ester Ellingsgaard, HB

Sára Pouldóttir á Líðarenda, Víkingur

 

Skráin

Hósdagin 17. oktober

13:00 Aserbadjan – Slovenia (á Tórsvølli)

17:30 Norra – Føroyar (á Tórsvølli)

Sunnudagin 20. oktober

13:00 Norra – Aserbadjan (á Tórsvølli)

17:30 Slovenia – Føroyar (á Tórsvølli)

Mikudagin 23. oktober

13:00 Føroyar – Aserbadjan (á Tórsvølli)

13:00 Slovenia – Norra (á Ovara vølli í Gundadali)

 

placeholder
placeholder