Fótbóltur

 - Hetta verður mín seinasti heimadystur

Tað váttaði liðformaðurin Atli Gregersen á tíðindafundinum fyri løtu síðani. Miðverjin segði, at hópurin var uppsettur uppá at geva Lars Olsen og Føroya fólki ein sigur í hansara seinasta heimadysti.

Atli Gregersen hevur spælt 56 A-landsdystir fyri Føroyar. Í morgin leiðir hann liðið út á Tòrsvøll fyri seinastu ferð (Mynd: Sverri Egholm)

Atli Gregersen hevur spælt 56 A-landsdystir fyri Føroyar. Í morgin leiðir hann liðið út á Tòrsvøll fyri seinastu ferð (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-14 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir venjingina á Tórsvølli seint fyrrapartin var tíðindafundur á skránni í B36-húsinum á middegi, har nakrir føroyskir og maltesiskir miðlar vóru.

Myndir: Seinasta venjing ádrenn brakið móti Malta

Lars Olsen legði út við at siga, at talan var um eitt fínt avrik móti Rumenia leygarkvøldið, men at tað gekk galið seinasta korterið. Nú er fult fokus á Malta, og landsliðsvenjarin segði, at í føroysku leguni eru teir uppsettir uppá at løna Malta ósigurin frá mars aftur, og at í seinasta heimadystinum í undankappingini verður farið eftir trimum stigum.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Liðformaðurin Atli Gregersen var við á tíðindafundinum, og eins og venjari sín so verður dysturin í morgin tann seinasti heimadysturin hjá 37-ára gamla leikaranum. Atli legði upp til hetta í viðtalu við FM eftir dystin móti Rumenia, og tá hann varð spurdur um hetta á tíðindafundinum, váttaði hann hetta:

- Eg havi ikki spurt konuna enn, men jú; hetta verður mín seinasti landsdystur á heimavølli. Eg gevist eftir hesa undankappingina

- Vónandi fái eg ein sigur so eg kann fara lippandi av vøllinum

Atli Gregersen rósti Lars Olsen, og segði at venjarin hevur verið sera umráðandi fyri menningina á landsliðnum seinastu átta árini, og at teir sera fegnir vilja geva honum ein sigur í seinasta heimadystinum.

Maltesiskir miðlar spurdi um, hvat Lars og Atli halda um maltesiska liðið. Landsliðsvenjarin vísti á, at Malta spardi eitt sindur móti Svøríki leygarkvøldið, millum annað við at metmálskjúttin Micheal Mifsud ikki byrjaði inni, og liðformaðurin segði, at Malta vardi væl og gav ikki nógv burtur móti svium – tey fýra málini komu eftir tvey brotsspørk og tvey hornaspørk.

[object Object]Atil Gregersen undan venjinini í morgun (Mynd: Sverri Egholm)


Lars Olsen staðfesti, tá ein tíðindamaður av Malta spurdi um hetta, at um Føroyar ikki fáa stig í hesari undankappingini, so er talan veruliga um afturstig og eitt vónbrot.

Føroyar og Malta spæla í annaðkvøld klokkan 19.45 á Tórsvølli. Malta hevur trý stig fyri sjey dystir, meðan Føroyar einki hevur. Malta vann 2-1, tá Føroyar vitjaðu í fyrsta umfarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder