Annað

Avbera góð úrslit í Brisbane

Svimjarin Signa Vár, sum í hesum døgum umboðar Føroyar í Global Games í Brisbane, hevur higartil vunnið tvey gull og tvey silvurheiðursmerki.

Signa Vár

Signa Vár

2019-10-14 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum umboðar svimjarin Signa Vár Føroyar í Global Games-kappingini í Brisbane, og hevur hon staðið seg sera væl.

Signa Vár hevur higartil vunnið tvey gull og tvey silvurheiðursmerki, og í 200m blandaðari svimjing, sum var eitt non-medal event, gjørdist hon nummar tvey.

Eisini hevur hon svomið sínar persónligu bestu tíðir í øllum greinum, hon hevur luttikið í.

Higartil hevur Signa Vár fingið hesi úrslitini:

Sunnudagin 13. oktober

50 m frí tilm. 34:42 úrslit 32:95 - Silvur
200 m blandað tilm. 3:10.62 úrslit 3:05.45 - non medal event
100 m rygg tilm. 1:28.05 úrslit 1:25.29 - Gull

Mánadagin 14. oktober

100 m bringa tilm. 1:47.11 úrslit 1:38.17 - Silvur
50 m rygg tilm. 40.77 úrslit 39.46 - Gull

Skráin fyri restina av leikunum sær soleiðis út:

Týsdagin 15 oktober: 200m frí og 50m firvald
Mikudagin 16. oktober: 100m frí
Hósdagin 17. oktober: 50m bringa

Kappingar verða stroymdar her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder