Fótbóltur

U21: Føroyingarnir fyrireika seg í Ísrael

Talan er um fjórða dystin í EM-undankappingini. Hann verður bríkslaður í gongd klokkan 17.35 í annaðkvøld.

Frá fyrsta dystinum í undankappingini, ið var móti Kasakstan á Svangaskarði í juni (Mynd: Sverri Egholm)

Frá fyrsta dystinum í undankappingini, ið var móti Kasakstan á Svangaskarði í juni (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-14 18:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastu viku vandi U21 landsliðið tvær ferðir á Tórsvølli, undan fráferð til Ísrael sum var fríggjadagin fyrrapartin.

[object Object]
Mynd: FSF

Í vikuskiftinum hava ungu menninir fyrireika seg til uppgávuna í nógva hitanum í Ísrael. Í gjár var tíð til eitt sindur av "sightseeing" í Jerusalem - í dag hevði liðið sína triðju og seinastu venjing í landinum. Hon var á HaMoshava leikvøllinum í Petah Tikva, har dysturin verður leiktur í annaðkvøld klokkan 17.35 føroyska tíð. 

[object Object]
Teir eldru vunnu innanhýsis dystin í venjingini í dag (Mynd: FSF)

Føroyska U21-liðið hevur tapt allar tríggjar dystirnar í EM-undankappingini: Á heimavølli fyri Kasakstan og á útivølli fyri Montenegro og Norðurmakedónia. Fyri lítlum mánaði síðani endaði tað 7-1 í Skopje, og harvið skulu ungu menninir reisa seg hesuferð. Ísrael vann 2-1 í Kasakstan í seínum einasta dysti í undankappingini higartil.

Føroyski hópurin:

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (Danmark)
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Andrias Edmundsson, Sunderland FC (Ongland)
Ólavur Niclassen, KÍ
Janus Svabo Samuelsen, Skála
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Lukas Grenaa Giessing, AB
Petur Knudsen, NSÍ
Daniel Johansen, HB
Hugin Samuelsen, B36
Stefan Radosavljevic, B36
Pætur Petersen, HB
Mads Boe Mikkelsen, Vendsyssel FF (Danmark)
Hannes Agnarsson, B36
Andri Benjaminsen, NSÍ

Venjarar: Eli Hentze og Hegga Samuelsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder