Fótbóltur

- Endiliga sást tann hugburðurin og tað avrik ið vit hava leitað eftir

Tó vóru ísraelar vóru ov sterkir fyri okkara U21-dreingir í gjár. Hugin Samuelsen skoraði føroyska málið í 3-1 ósigrinum.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2019-10-16 20:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Endiliga sóu vit tann hugburð og tað avrik, ið vit hava leitað eftir. Vit eru sjálvandi als ikki nøgdir við úrslitið, men hesaferð líktust vit einum hópi, ið ætlar sær nakað í hesari undankappingini.

Soleiðis sigur Eli Hentze, venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, sum týsdagin tapti 3-1 á útivølli fyri Ísrael.

[object Object]
Teir fyrstu 11 í Ísrael í gjár (Mynd: FSF) 

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Heimaliðið kom á odda, tá átta minuttir vóru spældir, og átta minuttir inn í seinna hálvleiki øktu ísraelar til 2-0. Í báðum førunum var tað lokali leikarin Tai Baribo, ið skoraði. Hugin Samuelsen fekk spenning í dystin á Ha Moshava leikvøllinum í Petach Tikava, tá hann miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði um munin. Málið kom eftir eina sera góða umstilling, har sera skjóti Hannes Agnarsson varð sendur avstað. Hann fann hegnisliga Ari Olsen, og høgri bakkurin legði væl innfyri, har Hugin var komin uppá pláss við góðari renning í eyðkendum stíli. 20-ára gamli B36-leikarin setti høgra fótín á, meðan bólturin enn var í luftini, og so var 2-1.

[object Object]
Hugin Samuelsen skoraði hattrick fyri B36 á Eiði 5. oktober. Í gjár skoraði hann sítt fyrsta landsliðsmál (Mynd: Bjarni Enghamar/B36)

Nærri kom føroyska liðið ikki móti tekniskt sterku ísraelsmonnunum, ið høvdu yvirvágina í dystinum, og tá fýra minuttir vóru eftir at spæla, slóu ísraelar 3-1 sigurin fastan.

Les eisini: Málið hjá Hugin var ikki nóg mikiði Ísrael
 

- Nú hyggja vit fram ímóti næstu uppgávu, sum er á heimavølli um ein góðan mánað, tá Norðurmakedónia kemur á vitjan. Og vit gleða okkum til hesa uppgávu, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Norðurmakedónia verður á Tórsvølli týsdagin 19. november klokkan 17:00. Føroyar taptu heili 7-1 í Skoje í farna mánaði, tá liðini hittust seinast.  

Føroyska liðið móti Ísrael (4-2-3-1): Silas Eyðsteinsson - Ari Olsen, Bjarni Petersen, Andrias Edmundsson, Ólavur Niclasen - Jákup B. Andreasen, Mads B. Mikkelsen, Hannes Agnarsson (76' Pætur Petersen), Hugin Samuelsen (83' Petur Knudsen), Lukas Giessing Grenaa (93' Daniel Johansen) - Stefan Radosavljevic.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder