Fótbóltur

Føroysku genturnar leggja seinastu hond á fyrireikingarnar

Í morgin klokkan 17.30 er Noreg á skránni í fyrsta dystinum í EM-undankappingini á heimavølli.

Føroysku U17-genturnar høvdu í dag venjing á Tòrsvølli (Mynd: FSF)

Føroysku U17-genturnar høvdu í dag venjing á Tòrsvølli (Mynd: FSF)

2019-10-16 21:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eg gleði meg nógv til at sleppa at spæla landsdystir á heimavølli og vónandi koma nógvir áskoðarar at stuðla okkum. Fyrireikingarnar hava gingið væl, og vit hava havt nógvar og góðar venjingar. Um vit hava rættan hugburð og gera okkara allar besta, so skulu vit nokk fáa okkurt stig. Tað hevði verið fantastiskt.

Soleiðis sigur Judith Eilersdóttir Rasmussen, ið er ein av teimum 18 leikarunum, sum komandi vikuna skal spæla EM-undankapping í Føroyum.

[object Object]
Judith Eilersdóttir Rasmussen av Argjum - her í venjingardysti fyri kortum (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Argjagentan hevur saman við hinum fyrireika seg sera væl til uppgávuna. Síðani tíðliga í summar hevur hópurin havt regluligar venjingar. Í mai var liðið til UEFA menningarkapping í Hvítarusslandi, har U17-genturnar spældu tríggjar venjingardystir. Ein av teimum var ímóti Aserbadjan, og Judith sigur soleiðis við heimasíðuna hjá FSF um avbjóðingina og mótstøðuna: 

- Hetta verður ein stór avbjóðing, men tað eru sovorðnir dystir, ið skulu til, fyri at vit skulu menna okkum sum fótbóltsspælarar. Fyrr í ár spældu vit móti Aserbadjan, og tá var ikki so stórur munur á liðunum.

Les eisini: Hanna gleðir seg at umboða Føroyar á heimavølli

Fyrsti dysturin er ímóti Noreg. Í senastu viku vann Noreg heili 13-0 á Tórsvølli, tá A-landsliðini hittust. Landið er eisini sterkt í ungdómsfotbólti, og verður mett sum greiðir favorittur at vinna kappingina. Tí fáa føroysku genturnar seg av álvara royndar í morgin. 

Skráin fyri EM-undankappingina í Føroyum:

Hósdagin 17. oktober

13:00 Aserbadjan – Slovenia

17:30 Norra – Føroyar


Sunnudagin 20. oktober

13:00 Norra – Aserbadjan

17:30 Slovenia – Føroyar


Mikudagin 23. oktober

13:00 Føroyar – Aserbadjan

13:00 Slovenia - Norra (á Ovara vølli)


Allir dystirnir hjá Føroyum verða leiktir á Tórsvølli


Hópurin: 

Ró á Lakjuni, KÍ

Hanna Dahl Hansen, B36

Birita P. Rasmussen, B36

Lív Rúnadóttir, B36

Ronja Leonsdóttir, AB/B71

Fridrikka Clementsen, AB/B71

Judith Eilersdóttir, AB/B71

Jenny R. Petersen, ÍF

Nancy Einarsson, TB

Sunniva Willemoes Dal Christiansen, HB

Bjørk F. Joensen, HB

Ester Ellingsgaard, HB

Malena Olsen, KÍ

Anitha á Dalinum, KÍ

Karin Áslakksdóttir, Víkingur

Sára Pouldóttir á Líðarenda, Víkingur

Mathilde Vestergaard Mørch, AaB Ålborg (Danmark)

Celia Qing Kofod Toxborg, HB Køge (Danmark)


Øssur Hansen er landsliðsvenjari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder