Hann hevur spælt nærum 350 dystir fyri besta liðið hja Víking, har hann hevur vunnið fimm steypakappingar og tvey FM. Í hesum gullheiðursmerkjunum eigur 33-ára gamli leirvíkingurin ein stóran lut, og í gjár varð greitt, at Sølvi Vatnhamar hevði longt sáttmálan við Víking:
- Eg havi longt við Víking, tí tað er her, eg hoyri heima. Vit í Víkingi hava síðani byrjan í 2008 bygt nakrar flottar varar og savna okkum nøkur sera góð minnir. Eg vóni og ynski at vera við til fleiri av hesum slagnum.
Hetta sigur miðvallarin við Portalin í dag. Ársins leikari í 2016 og 2017 hevur í seinastuni verið settur í samband við onnur feløg, og hann váttar, at aðrir áhugaverdir framtíðarmøguleikar vóru, men at hjarta er ljósablátt:
- Eg havi fingið onkran fyrispurning, og okkurt hevur eisini verið sera spennandi. Men sum sagt, so dámi og trívist eg sera væl sum ljósabláður
Víkingur liggur á 5. plássi undan seinasta umfari. Hetta er annað árið á rað, at tað ikki røkkur til evropeiskan fótbólt hjá Sølva og co. Seinnapartin váttaði Sámal Erik Hentze fyri bolt.fo, at hann ikki heldur fram sum venjari í Sarpugerði.
Les eisini: Víkingur skal hava nýggjan venjara
Fótbóltur
- Eg hoyri heima í Víkingi
Tað sigur Sølvi Vatnhamar, sum í gjár skrivaði undir ein tvey-ára sáttmála. Hann hevði tilboð aðrastaðni frá men valdi at verða verandi. Nú er málið hjá landsliðsleikaranum at verða við til at byggja víðari uppá søguna hjá Víkingi.
Sølvi eftir fyrra FM-heiti, ið hann hevur vunnið við Vìkingi. Í 2016 varð Sølvi kosin til ársins leikara í Betrideildini (Savnsmynd)
2019-10-23 15:09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald