Annað

Bridge: Føroyar nummar níggju í kapping fyri smátjóðir

Munandi framstig í mun til líknandi kapping í fjør.

Frá vinstru Allan Dahl Christiansen, Pól Egholm, Árni Dam, Dánjal Pauli (Balle) Mohr, Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen og Símun Lassaberg

Frá vinstru Allan Dahl Christiansen, Pól Egholm, Árni Dam, Dánjal Pauli (Balle) Mohr, Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen og Símun Lassaberg

2019-10-25 10:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska bridge-landsliðið hevur luttikið í kappingini European Small Federation’s Games, sum varð hildin í Novi Sad í Serbia 20. til 23. oktober.

Leikararnir á føroyska liðnum vóru Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen, Pól Egholm, Allan Dal-Christiansen, Dánjal Pauli Mohr og Árni Dam. Venjari og liðskipari var Símun Lassaberg.

Úrslitini hjá Føroyum vóru eitt framstig í mun til kappingina í Budapest í fjør, tá liðið gjørdist nummar 14 av 17 tjóðum. Hesaferð endaðu Føroyar á níggjunda plássi.

Úrslitini vóru hesi:
Føroyar – Slovenia 7,73 – 11,27
Føroyar – Kroatia 16,53 – 3,47
Føroyar – Letland 12,18 – 7,82
Føroyar – Kekkia 2,18 – 17,82
Føroyar – Serbia 9,53 – 10,47
Føroyar – Kypros 8,23 – 11,77
Føroyar – Malta 20,00 – 0,00
Føroyar – Rumenia 8,23 – 11,77
Føroyar – Albania 8,23 – 11,77
Føroyar – San Marino 4,22 – 15,78
Føroyar – Guernsey 12,94 – 7,06
Føroyar – Libanon 17,42 – 2,58
Føroyar – Ukraina 8,65 – 11,35
Føroyar – Monako 2,18 – 17,82
Føroyar – Norður Makedonia 7,82 – 12,18
Føroyar – Litava 16,99 – 3,01
Føroyar – Bosnia & Hersegovina 12,57 – 7,43
Føroyar – Slovakia 5,37 – 14,67
Føroyar – Estland 12,94 – 7,06

Endastøðan í kappingini gjørdist henda:
1. Rumenia 262,83
2. Kekkia 243,07
3. Estland 240,09
4. Lettland 236,82
5. Kroatia 226,14
6. Slovakia 223,94
7. Ukreina 216,02
8. Monako 211,31
9. Føroyar 193,94
10. Serbia 189, 54
11. Kýpros 188,74
12. Slovenia 187,90
13. Libanon 186,59
14. Bosnia & Hersegovina 186,02
15. Litava 181,20
16. Norðurmakedonia 180,57
17. San Marino 129,51
18. Malta 112,49
19. Guernsey 110,34
20. Albania 95,46 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder