Fótbóltur

Hans Jørgen og Ólavur halda fram við róðrið hjá ÍF

Teir hava skrivað undir sáttmála fyri tvey tey komandi árini. Kári Reynheim heldur ikki fram í Fulgafirði.

Formaður felagsins, Dan Petersen, saman við Hans Jørgini Djurhuus og Kára Reynheim tá partarnir gjørdust samdir í apríl (Mynd: ÍF)

Formaður felagsins, Dan Petersen, saman við Hans Jørgini Djurhuus og Kára Reynheim tá partarnir gjørdust samdir í apríl (Mynd: ÍF)

2019-10-27 14:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍF hevði eitt miseydnað ár í Betrideildini. Uppflytarin fekk bert seks stig og varð sligin út av B71 í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Í Betrideidlini lat ÍF heili 81 mál inn, men hóast eitt 10. pláss flutti liðið ikki niður, tí næstbestu liðini hjá KÍ, Víkingi og NSÍ endaðu í topp-trý í 1. deild.

Samstarvið við Hegga Samuelsen endaði longu eftir fimm umfør. Seinast í apríl tóku Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim við. Sigurin á Eiði móti EB/Streymi gjørdist tann einasti hjá venjaraparinum í ár.

Ólavur Larsen kom í venjaratoymi í august.  Hann er í gongd við at taka A-venjaraprógv, og hann heldur fram saman við Hans Jørgini Djurhuus komandi tvey árini. Hetta váttar ÍF í dag, og sostatt verður hetta venjaraparið í Fuglafirði í 2020 og 2021.

Kári Reynheim heldur ikki fram í venjaratoyminum. Úr ÍF frætta vit eisini, at Andy Olsen og Jákup Nolsøe Olsen hava skrivað undir ein eitt-ára sáttmála, og at hópurin til komandi ár er við at koma uppá pláss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder