placeholder
Fótbóltur

TB sett týskan venjara

Talan er um 39-ára gamla Michael Winter, ið seinasta hevur staðið á odda fyri Brønshøj.

Michael Winter (t.h)

Michael Winter (t.h)

2019-10-27 15:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvøroyrar Bóltfelag kunngjørdi í gjárkvøldið, tvey ára venjarasáttmáli við Michael L. Winter var undirskrivaður. Michael er av týskum uppruna og er 39 ára gamal. Hóast týska upprunan, so tosar Michael danskt.

Heimasíðan hjá TB skrivar, at yrkisleiðin hjá Michael byrjaði sum venjari hjá 2. deildarliðnum hjá Randers FC í Danmark, í 2007 og hevur hann vant fleiri lið í Danmark seinastu árini. Seinast var hann venjari hjá danska fótbóltsfelagnum Brønshøj.

Michael hugdi eftir dystinum við Stórá í gjár. Hann kemur aftur til Tvøroyrar beint áðrenn nýggjár og so verður farið í gongd beinanvegin í nýggja árinum.  

Karl Øster heldur fram sum hjálparvenjari hjá TB, ið endaði á 8. plássi við 19 stigum.


Hesir venjarir eru uppá pláss til komandi ár í Betrideildini: 
Mikkjal Thomassen, KÍ
Jákup á Borg, B36 
Guðjón Tórðarsson, NSÍ
Sorin Anghel, AB
Michael L. Winter, TB
Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen, ÍF

Hesi feløgini mangla at seta venjara til komandi ár:

HB - Heimir fer aftur til Íslands

Víkingur - Bagge boðaði í vikuni frá, at hann ikki heldur fram. Alt bendir á, at Eyðun Klakstein fer at taka yvir

Skála - Eyðun hevur takkað fyri seg 

EB Streymur - Felagið fer at tosa við Jákup Martin Joensen í komandi viku











placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder