Fótbóltur

Liverpool bjargaði sær sigurin í evstu løtu

Bæði Liverpool og Manchester City megnaðu at vinna sínar dystir hóast tey vóru aftanfyri í hálvleikinum.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-11-02 17:38 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Átta dystir vóru á Skránni í Premier League á dag.

Fyrr í dag tapti Manchester United á útivølli móti Bournmouth.

Á Villa Park tók Aston Villa ímóti Liverpool. Astan Villa var á odda 1-0 í hálvleikinum við máli frá Trezeguet í 21. minutti.

Leingi sá út til at Aston Villa fór at vera fyrsta liði, ið megnaði at vinna á Liverpool í Premier League í hesum kappingarárinum, men tríggjar minuttir fyri tíð javnaði Andrew Robertson til 1-1.

Liverpool megnaði eisini at fáa eitt mál afturat, og harvið at vinna dystin 1-2. Tað var Sadion Mané, ið skoraði sigursmálið fýra minuttir inn í tíðina sum dómarin hevði lagt afturat.

Eins og Liverpool so var Manchester City eisini aftanfyri í hálvleikinum, tá teir í dag tóku ímóti Southampton. Tað var James Ward-Prowse sum legði gestirnar á odda eftir trettan minuttir. Men tjúgu minuttir fyri tíð javnaði Sergio Aguero, og fýra minuttir fyri tíð var tað Kyle Walker sum skoraði týðandi sigursmálið fyri City.

Arsenal fekk bert eitt stig í dag, tá teir tóku ímóti Wolves. Tað var Pierre-Emerick Aubameyang sum legði Arsenal á odda í fyrra hálvleiki, men eitt korter fyri tíð var tað Raul Jimenez sum skoraði til endaliga úrsliti 1-1.

Í kvøld vitjar Chealsea niðasta liðið í Premier League, Watford.

Premier League 11. Umfar

Bournmouth – Manchester United 1-0

Arsenal – Wolves 1-1

Aston Villa – Liverpool 1-2

Brighton – Norwich 2-0

Manchester City – Southampton 2-1

Sheffield United – Burnley 3-0

West Ham – Newcastle 2-3

Klokkan 17.30

Watford – Chelsea

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder