Fótbóltur

Páll og Ísak halda fram í KÍ

Føroyameistararnir hava gjørt nýggjan sáttmála við áleyparin, ið spældi ein lyklaleikut í FM-endaspurtinum. Eisini hevur KÍ longt sáttmálan drúgva vinstra bakkin Ísak Simonsen.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-11-02 21:25 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fyrireikingarnar hjá føroyameistararnum KÍ til komandi kappingarár eru álvara í gongd. Í kvøld boðaði felagið frá norskum styrki. Harafturat hava tveir týðandi lokalir leikarar skrivað undir nýggjan sáttmála

Páll A. Klettskerð skifti í summar aftur til KÍ eftir eitt hálvt ár í italskum fótbólti. Og áleyparin var ein sera týðandi leikari í FM-endaspurtinum, har hann skoraði fleiri umráðandi mál, ið triggjaði KÍ sigrar.

Páll skoraði tilsamans seks mál fyri KÍ í ár, og hevur hann nú korað 111 mál fyri KÍ í bestu deildini. Hann manglar sostatt at skora 11 mál fyri at blíva leikarin, sum hevur skorað flest mál í søguni hjá KÍ.

Eisini hevur KÍ gjørt nýggjan sáttmálan við Ísak Simonsen. Vinstri bakkurin hevur verið ein týðandi leikari á KÍ liðnum í fleiri ár.

Ísak Simonsen hevur leikt á besta liðnum hjá KÍ síðani 2010, har hann var við til at rykkja KÍ uppaftur í bestu deildina, og hevur spælt við líka síðani. Í ár átti hann eisini stóran leiklut í meistaraheitinum hjá KÍ við sínum 20 dystum frá byrjan sum vinstri bakkur ella miðverji.

Sáttamálarnir við Páll og Ísak er galdandi fyri kappingarárið 2020.

Kelda: nordlysid.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder