Fótbóltur

Haraldur spælir ikki á Skála komandi ár

Miðvallarin hevur verið á Skála seinastu tvey árini, men fer nú at royna nýggjar leiðir. Hann hevur nøkur tilboð, ið hann nú umhugsar.

Haraldur Højgaard verður ikki at síggja í appelsinlitta búnanum, ið hann hevur spælt í seinastu tvey árini, komandi ár (Mynd: Sverri Egholm)

Haraldur Højgaard verður ikki at síggja í appelsinlitta búnanum, ið hann hevur spælt í seinastu tvey árini, komandi ár (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-04 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 Hann spældi ikki alt 2016 og mest í 1. Deild í 2017. Men frá summarsteðginum í fjør hevur Haraldur Reinert Højgaard spælt í so at siga øllum umførunum í Betrideildini. Nú 24-ára gamli leikarin av Saltnesi breyt av álvara ígjøgnum í Betrideildini við NSÍ í 2015, men fekk síðani álvarsaman skaða í mjødnina.

Í 2019 spældi hann 25 dystir útav teimum 27 fyri besta liðið hjá Skála í Betrideildini og skoraði fýra mál – tvey tey seinastu við brotsspørkum. Tað hevur verið óvissa um nógvar leikarar á Skála, tí at bert ein leikarasáttmáli er gjørdur á vestara armi av Skálafjørðinum og fíggjarliga støðan er ikki so góð. Haraldur váttar fyri Portalinum, at hann ikki spælir har í 2020:  

- Eg haldi ikki fram á Skála. Eg havi nøkur tilboð, men einki er komi endaliga uppá pláss enn. Eg vænti tó, at tað gongur stutt tíð, til mín framtíð kemur uppá pláss.

Samanlagt hevur Haraldur Højgaard spælt 112 dystir í Betrideildini. Greitt er eisini, at Skála missir Jákup Johansen, ið fer til Vìking, og Karstin Hansen. Umframt hetta er stór óvissa um Ari Olsen og Ronni Møller-Iversen.

Les eisini: Eyðun Klakstein venjari hjá Víkingi næstu tvey árini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder