Fótbóltur

Ólavur heldur fram í barndómsfelagnum

21-ára gamli verjuleikarin hevur skrivað undir ein nýggjan eitt-ára sáttmála við KÍ.

Ólavur Niclassen fegnast her saman við Patriki Johannsen og Jákup B. Andreasen í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

Ólavur Niclassen fegnast her saman við Patriki Johannsen og Jákup B. Andreasen í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-05 11:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Norðlýsið kunngjørdi í gjárkvøldið, at Ólavur Niclassen heldur fram í KÍ. Vinstrabeinti verjuleikarin, ið er miðverji og vinsri bakkur, spældi 17 dystir í Betrideildini í farna kappingarárið. 

Harvið átti U21-landsliðsleikarin sín leiklut í FM-heitinum, og í FM-finaluni átti hann frálíka uppleggið til málið, ið Páll Klettskarð legði KÍ á odda við. Tilsamans hevur Ólavur spælt 53 dystir í Betrideildini, sambært FaroeSoccer.

Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder