Fótbóltur

Magnus tekur tvey ár afturat í B36

19-ára gamli miðvallarin hevur spælt 44 dystir fyri B36 í fremstu røð.

2019-11-05 12:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir summarsteðgin í fjør fór hann til portugisiska Pacos de Ferrira at royna seg, men av ymiskum orsøkum varð steðgurin har stuttur, og tá 1. umfar var á skránni í Betrideildini í mars, var Magnus Holm Jacobsen aftur á vøllinum fyri B36.

Tað verður hann eisini komandi tvey árini. B36 hevur kunngjørt, at partarnir eru vorðnir samdir um ein tvey-ára sáttmála.

Magnus fekk sítt gjøgnumbrot í 2017 sum blaðungur, og hevur undir Jákup á Borg spælt nógv. Tekniskt sterki miðvallarin spælti 18 dystir í Betrideildini í ár, og hann leikti eisini tríggjar U21-landsdystir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder