Hondbóltur

U18 og U20: Her eru bólkarnir hjá Føroyum

EM-kapping er á skránni komandi ár. Ungu føroysku menninir skulu royna seg í Bosnia og í Bulgaria.

Elias Ellefsen á Skipagøtu - her við U18 liðnum til kapping í Georgia í fjør. Hann hevur framvegis aldur til U18 komandi ár

Elias Ellefsen á Skipagøtu - her við U18 liðnum til kapping í Georgia í fjør. Hann hevur framvegis aldur til U18 komandi ár

2019-11-05 17:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár var lutakast í Wien til EM-undankappingarbólkar hjá U18 og U20 við monnum, ið verða leiktir komandi ár. Føroyar vóru í pottunum til bæði

Úrslitið av lutakastinum (í støðunum har Føroyar eru):

EHF Championships - U20 menn
Bosnia, 3-12 juli 2020
Bólkur A: Pólland, Faroe Islands, Slovakia, Finnland, Bosnia,
Bólkur B: Kekkia, Holland, Montenegro, Estland, Grikkaland 


EHF Championships - U18 menn
Bulgaria, 17-23 juli 2020
Bólkur A: Kekkia, Føroyar, Bulgaria, Stórabretland
Bólkur B: Hvítarussland, Slovakia, Finnland, Litava

Ilt er at meta um, hvussu mótstøðan verður, men tað verður í øllum førum spenanndi at síggja liðini. Á U18-liðnum verða tað helst teir allarflestu av European Open-vinnarunum, ið koma at ganga aftur. Tað liðið skal millum jól og nýggjar til stóra kapping í Týsklandi.

Les meira her

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder