Fótbóltur

Bill tekur yvir á Skála

Klaksvíkingurin avloysur klaksvíkingin Eyðun Klakstein. Skála skrivar, at at Bill skal verða við til at menna teir ungu leikararnar og í uppaftur størri mun nýta egið spælaratilfeingi.

Bill McLeod Jacobsen saman við Rógvi Reinert Djurhuus, formanni í Skála, eftir at eitt-ára sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: Skála ÍF)

Bill McLeod Jacobsen saman við Rógvi Reinert Djurhuus, formanni í Skála, eftir at eitt-ára sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: Skála ÍF)

2019-11-06 07:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bill McLeod Jacobsen og Skála ÍF hava undirskrivað venjarasáttmála fyri 2020, og harvið er Bill settur sum høvuðsvenjari hjá Skála ÍF fyri komandi kappingarár. Hetta boðar Skála frá í morgun.

Síðani tað varð greitt fyri viku síðan at Eyðun Klakstein, ið hevði røkt starvið seinastu tvey árini, ikki fór at halda fram á Skála, hevur spuringurin verið, hvør fór at taka yvir. 

Les eisini: Eyðun Klakstein venjari hjá Víkingi næstu tvey árini

Bill hevur drúgvar venjararoyndir, og Skála skrivar á sínari facebook-síðu, at serliga er Bill kendur fyri 10 ára tíðarskeiðnum sum U21 landsliðsvenjari í 2007-2016. 44-ára gamli venjarin hevur Pro License, ið er hægsta venjaraprógv hjá UEFA. Hin føroyingurin ið hevur hesa útbúgvingina er Jógvan Martin Olsen - Mikkjal Thomassen er í gongd við at taka hana.

Seinastu tíðina hevur Bill havt ábyrgd av talentmenningini hjá HB, og sambært Skála passar hetta eisini sera væl við ætlanirnar hjá felagnum um at í enn størri mun brúka egið spælaratilfeingi og menna teir ungu spælararnar í felagnum.

Seinastu tíðina hevur verið frammi, at Skála hevur ávísar fíggjarligar trupulleikar, og bert ein leikarasáttmáli er uppá pláss til komandi ár - hann er við Niels Paula Danielsen. Greitt er, at Karstin Hansen, Haraldur Højgaard og Jákup Johansen ikki halda fram, og ivamál er um fleiri av leikarunum.

Les eisini: Ronni Møller-Iversen: - Sera ivasamt um eg haldi fram á Skála
                 Ari Olsen tekur støðu eftir U21- landsdystin

Seinast Bill McLeod stóð á odda fyri einum liðið í Betrideildini var í 2014. Tá gjørdist bert talan um fimm dystir á Argjum. Í 2018 var hann venjari hjá B68, ið hann akkurat ikki megnaði at føra upp aftur í Betrideildini. Tað er við júst B68, at Bill hevur best úrslit í liðfótbólti. Frá 2008 til og við 2011 stóð Bill á odda á Svangaskarði. Í 2009 endaði liðið á 5. plássi og spældi til tíðir heilt góðan fótbólt.

Nú er tað bert EB/Streymur í Betrideildini, ið ikki hevur venjaraspurningin uppá pláss til komandi ár. Greitt er ikki enn, um Jákup Martin Joensen heldur fram. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder