Fótbóltur

Bert EB/Streymur manglar at seta venjara til komandi ár

Jákup Martin Joensen sigur, at hann og EB/Streymur eru í samráðingum í løtini. Í fýra feløgum er sum so eingin broyting á venjaraøkinum – fimm feløg hava sett nýggjan venjara, harav eru tríggir útlendingar..

Jákup Martin Joensen (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Jákup Martin Joensen (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2019-11-07 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjáramorgunin kunngjørdi Skála, at Bill McLeod Jacobsen verður nýggjur venjari í felagnum. Harvið hava níggju útav tíggju liðum í Betrideildini sett høvuðsvenjara til komandi ár:

Halda fram:
KÍ: Mikkjal Thomassen – fer í gongd við sítt 6. ár í sessinum
B36: Jákup á Borg - fer í gongd við sítt 4. ár í sessinum
AB: Sorin Anghel - fer í gongd við sítt 3. ár í sessinum
ÍF: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen – komu inn mitt í farna kappingarárið (Kári Reynheim, ið tók við saman við Hans Jørgini seint í apríl, heldur ikki fram)

Nýggir í sessunum:
NSÍ: Glenn Ståhl – tekur yvir fyri Guðjón Tórðarsson
HB: Jens Bertel Askou – tekur yvir fyri Heimir Guðjónsson
Víkingur: Eyðun Klakstein – tekur yvir fyri Sámal Erik Hentze
Skála: Bill McLeod Jacobsen – tekur yvir fyri Eyðun Klakstein
TB: Micheal Winter – tekur yvir fyri Zoran Pavlovic

Jákup Martin Joensen tók yvir eftir Heðin Askham í EB/Streymi eftir kappingarenda í fjør. Tað hevur verið sera tungut til tíðir hjá liðnum hjá Jákup Martini, hóast EB/Streymur ongantíð var í niðurflytingarvanda seinasta partin av árinum, tí tað var bert møguleiki fyri, at eitt lið fór at flyta niður.  Eiðismaðurin sigur í viðmerking við Portalin, at hann hevur ikki tikið støðu til komandi kappingarár

- Vit tosa saman, men eingin avgerð er tikin enn, og eg kann ikki siga, um tað er nær við at koma uppá pláss ella ikki.

EB/Streymur endaði á 9. Plássi við 18 stigum farna kappingarár. Felagið hevur ikki nógvar sáttmálar upp á pláss til komandi ár.

Les eisini: Framtíðin hjá Rógva er ivasom

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder