Fótbóltur

U18: Skulu enda í topp-trý fyri at hava møguleikan at spæla seg í eitt endaspæl

Komandi ár skulu U18 og U20-landsliðini hjá Føroyum royna seg í EM-kappingum, ið kunnu geva atgongd til endaspøl.

Árgangurin sum í summar veruliga gjørdi vart við seg í Goteborg hevur komandi tíðina spennandi avbjóðingar fyri framman (Mynd: Harald Bjørgvin)

Árgangurin sum í summar veruliga gjørdi vart við seg í Goteborg hevur komandi tíðina spennandi avbjóðingar fyri framman (Mynd: Harald Bjørgvin)

2019-11-08 12:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ungdómslandsliðini hjá monnum skulu taka lut í spennandi EM-kappingum komandi summar. 

Les eisini: U18 og U20: Her eru bólkarnir hjá Føroyum

HSF skrivar, at dreingirnir, sum í juli vunnu European Open, hava møguleika at spæla seg í eitt endaspæl tá, men at avbjóðingin verður stór. Kravið er at vinna kappingina, um U18 landsliðið koma beinleiðis í eitt endaspæl.

Við at vinna undankappingina, sum okkara ungu menn skulu spæla í Bulgaria, fylgir beinleiðis atgongd til HM-endaspælið fyri U19 landslið í 2021 og EM-endaspælið fyri U20 landslið í 2022. Nummar tvey og trý skulu spæla eitt millumumfar fyri at vinna seg í endaspælið. Væntast kann, at serliga Hvítarussland og Kekkia verða trupul lond at knúgva.

U20 skal millum annað hitta Pólland í bólkaspælinum. HSF skrivar, at tað ikki er váttað enn, hvør gularótin hjá vinnaranum av kappingini fyri U20 landslið verður, men líkt er til, at tað verður beinleiðis atgongd til HM-endaspælið fyri U21 landslið í 2021.

Lutakastið í Wien mánadadgin háttaði seg soleiðs: 

EHF Championships – U18 menn
Bulgaria, 17-23 juli 2020
Bólkur A: Kekkia, Føroyar, Bulgaria, Stórabretland
Bólkur B: Hvítarussland, Slovakia, Finnland, Litava

EHF Championships – U20 menn
Bosnia, 3-12 juli 2020
Bólkur A: Pólland, Føroyar, Slovakia, Finnland, Bosnia,
Bólkur B: Kekkia, Holland, Montenegro, Estland, Grikkaland

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder