Fótbóltur

HB steðgar samstarvið við Allan

Besta kvinnuliðið hjá HB skal hava nýggjan venjara til komandi kappingarár.

Allan hevur seinastu trý árini, og seks ár í alt, staðið á odda fyri HB-kvinnunum (Mynd: Sverri Egholm)

Allan hevur seinastu trý árini, og seks ár í alt, staðið á odda fyri HB-kvinnunum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-08 07:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB boðaði seint í gjárkvøldið frá hesum: 

- Nevndin í HB ynskir at gera nakrar broytingar á kvinnusíðuni til komandi kappingarár. Í hesum sambandi hevur nevndin valt at steðga samstarvinum við venjaran hjá Betri-kvinnum, Allan Dybczak. Hann hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá HB í fleiri umførum, og takkar HB honum fyri tað arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri kvinnufótbóltin hjá felagnum. Arbeitt verður við at seta nýggjan hvøuðsvenjara hjá Betri-kvinnum.

Lagt var annars upp til, at 45-ára gamli venjarin skuldi halda fram. Allan Dybczak hevur seinastu trý árini verið høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum í HB. Úrsltiini í Betrideildini hava verið: Bronsuheiðursmerki í 2017 og silvur í fjør og í ár. Liðið hjá Allani tapti tvær tættar steypafinalur á rað móti EBS/Skála, áðrenn tað bragdaði móti felagsliðnum í ár.

Áður hevur Allan í fimm ár staðið á odda fyri liðum í fremstu kvinnudeildini: Tvey ár í B36 (silvur í 2007), og í 2011, 2012 og 2013 fyri HB.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder