placeholder
Fótbóltur

Liverpool beina kós ímóti meistaraheitinum

Liðið hjá Klopp koppaði Manchester City á Anfield og er framvegis ósigrað - Liverpool er nú átta stig á odda í Premier League.

Jurgen Klopp hevur sera nógv at fegnast um í ár (Mynd: EPA)

Jurgen Klopp hevur sera nógv at fegnast um í ár (Mynd: EPA)

2019-11-10 19:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Har er eingin slingur í valsinum hjá Liverpool - sjálvt ikki tá tvífaldu meistararnir eru á skránni. Seinasti og størsti dysturin í 12. umfari í Premier League varð leiktur seint seinnapartin.

Heimaliðið var á odda 2-0, longu tá 12 minuttir vóru leiktir á Anfield. City royndi at hótta beinanvegin, men Liverpool skoraði uppá sínar fyrstu møguleikar. Fyrst var Fabinho ivaleysur, tá bólturin datt út til hann. Brasilianski miðvallarin smekkaði bóltin niður í vinstra málhorn úr áleið 25 metrum. 2-0 málið var eisini sera gott. Liverpool vann bóltin og gjørdi skjótt av: Andy Robertson legði ein frálíkan bólt inn úr vinstru, ið Mohammed Salah rann perfekt til og setti høvdið á. 

[object Object]
Raheem Sterling fekk sum vanligt buh-róp ímóti sær, tá hann spældi á sínum gamla heimavølli (Mynd: EPA)

Manchester City royndi at rista skelkin av sær. Útiliðið hevði eisini bóltin meira og søkti at Liverpool-málinum, men Liverpool hótti eisini hinvegin; serliga við skjótum umstillingum. Dysturin varð so at siga avgjørdur tíðliga í 2. hálvleiki, har ótrygga City-verjan ikki fekk handfarið støðuna, tá Jordan Henderson kom ígjøgnum í høgru og legði innfyri. Bert Sadio Mané søkti bóltin, og ein av allarbestu leikarunum í Premier League í ár skoraði til 3-0. 

[object Object]
3-0: Sadio Mané (Mynd: EPA)

Liverpool-sigurin kom hareftir ongantíð av álvara í vanda. Beranardo Silva fekk minkað um munin í 78. minutti, og harvið endaði tað 3-1. Útiliðið vildi hava brotsspark í báðu hálvleikunum; serliga í tveimum førum har bólturin kom í armin á Trent Alexander-Arnold, men einki veruligt VAR var neyðugt.

[object Object]
Kevin De Bruyne og Manchester City fingu einki burturúr í dag (Mynd: EPA)

Guardiola og hansara menn noyðast at hyggja inneftir, og nú skal veruliga gravast djúpt, um eitt triðja meistaraheitið skal í hús. Liverpool tykist at vera næstan heilt suverent og hava bert mist stig á Old Trafford. Átta stig eru niður til Leicester og Chelsea, ið eru væl koyrandi - níggju stig eru frá Liverpool niður til Manchester City.

12. umfar í Premier Leagur
 

Í dag, 10. november: 
Manchester United Brighton 3-1
Wolves  - Aston Villa 2-1
Liverpool - Manchester City 3-1

Í gjár, 9. november: 
Norwich - Watford 0-2
Chelsea - Crystal Palace 2-0 
Burnley - West Ham 3-0
Newcastle - Bournemouth 2-1
Southampton - Everton 1-2
Tottenham - Sheffield United 1-1
Leicester - Arsenal 2-0 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder