Fótbóltur

Myndir: Føroysk venjing á Ullevaal

Fingu seinastu metrarnar í beinini áðrenn dystin móti Norra í annaðkvøld.

Jóan Símun Edmundsson (Mynd: Sverri Egholm)

Jóan Símun Edmundsson (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-14 16:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Oslo, Norra (Portalurin) - Føroyar høvdu fyri lítlari løtu síðani sína seinastu venjing undan EM-undankappingardystinum móti Noregi. Allir 21 leikarararnir eru tøkir til dystin.

Undan venjing var tíðindafundur, har Lars Olsen og Odmar Færø stutt høvdu orðið. Landliðsvenjarin greiddi stutt frá støðuni í hópinum, har allir eru skaðafríur.

Danin segði, at Noreg var stórfavorittur á heimavølli, har liðið ikki hevur tapt í yvir trý ár. Hann vísti tó á, at føroyska liðið spældi væl, tá Noreg vitjaði á Tórsvølli, og ynskti at gera tað væl aftur hesuferð. Odmar var samdur, og undirstrikaði at talan var un sterka mótsstøðu, men at Føroyar vildu enda undankappingina væl.

Liðið vandi ein tíma á 93-ára gamla leikvøllinum. Millum annað vóru tvey avleveringsspøl á skránni, og endað varð við dysti millum eldri og yngri á lítlum vølli. Har vóru teir yngru greitt omaná. 

Føroyar og Norra spæla í morgin klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder