Fótbóltur

Tvær broytingar á føroyska liðnum

Viljormur Davidsen og Klæmint Andrasson Olsen byrja inni í staðin fyri Ára Mohr Jónsson og Odmar Færø.

Klæmint Andrasson Olsen verður fremsti maður í kvøld - Viljormur Davidssen verður vinstri vongbakkur. Rógvi Baldvinsson, ið her sæst saman við Klæminti verður fluttir aftur í verjuketuna (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen verður fremsti maður í kvøld - Viljormur Davidssen verður vinstri vongbakkur. Rógvi Baldvinsson, ið her sæst saman við Klæminti verður fluttir aftur í verjuketuna (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-18 13:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF hevur júst kunngjørt føroysku byrjanaruppstillingina til seinasta dystin í hesari EM-undankappingini, sum verður her í Svøríki í kvøld.

Hetta er seinasta liðið, ið Lars Olsen setir sum føroyskur landsliðsvenjari. Tað er samstundis eisini seinasta ferðin, at Atli Gregersen leiðir føroyska liðið út á vøllin.

Lars: Eri vorðin glaður fyri Føroyar og føroyingar
Atli: Hatta rørir meg djúpt
Stór orð um persónligheitina Atla

Hesaferð er Heini Vatnsdal høgrumeðin Atla. Odmar Færø, ið røkti plássið í Oslo, er ikki nóg birgur til at byrja inn. Hetta merkir, at Rógvi Baldvinsson verður fluttir aftur á plássið sum vinstri miðverji, og tað merkir, at Sølvi Vatnhamar verður á sentrala miðvøllinum saman við Brandi Hendrikssyni. Jóan Símun Edmundsson verður hesaferð framrættaður miðvallari/høgri kantur, og metmálskjúttin í føroyskum fótbólti kemur inn í álopið.

Sí eisini:
Brandur: Vilja vísa nakað eftir eitt tað ringasta avrikið í ár

Á vinstra vongbakki er ein "mann fyri mann broyting". Viljormur Davidssen kemur inn á plássið, har Ári Mohr Jónsson fekk møguleikan á Ullevaal.  

Føroyska liðið (5-4-1/3-4-3):
Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal  Atli Gregersen (L), Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Jóan Símun Edmundsson, Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð – Klæmint Andrasson Olsen

[object Object]

[object Object]

Klæmint og Viljormur til venjingina í Stokkhólmi í gjár (Myndir: Sverri Egholm)

Eykaspælarar verða Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Ári Mohr Jónsson, Andrias H. Eriksen, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Kaj Leo í Bartalsstovu, Árni Frederiksberg og Patrik Johannesen.

Fyrsta bríksl á Friends Arena er klokkan 19.45

Sí eisini: Myndir: Í stórfingnum umstødum í Stokkhólmi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder