Fótbóltur

Íri skal venja bestu kvinnurnar hjá HB

Christopher Harrington, sum kemur frá B71, skal eisini vera høvuðsungdómsvenjari í felagnum.

Christopher Harrington í HB-búna saman við Gisla Sveinbjörnssyni, formanni í ungdómsnevndini hjá HB, t.v. (Mynd: HB)

Christopher Harrington í HB-búna saman við Gisla Sveinbjörnssyni, formanni í ungdómsnevndini hjá HB, t.v. (Mynd: HB)

2019-11-18 15:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Havnar Bóltfelag hevur sett venjara, sum skal taka sær av at venja besta kvinnuliðið hjá felagnum og eisini skal virka sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum.

Talan er um 32 ára gamla íran Christopher Harrington, sum seinastu mánaðirnar hevur verið venjari hjá Sandoyar Ítróttafelag, B71. Hann hevur eisini roynt seg sum venjari í Íslandi.

Sum kvinnuvenjari skal Christopher Harrington avloysa Allan Dybczak, sum hevur verið kvinnuvenjari í felagnum í fleiri ár.

Les eisini: HB steðgar samstarvinum við Allan 

Við heimasíðuna hjá HB sigur nýggi venjarin:

– HB er mest vinnandi felagið i Føroyum. At gerast ein partur av hesum, og byggja víðari upp á hetta, er nakað sum tiltalar meg. Her eru nógv góð fólk virkin í felagnum. Fólk sum hava somu virðir og prinsippir sum eg, um hvussu eitt felag skal rekast.

– Hjá kvinnum ynski eg at skapa eitt umhvørvi, har allar trívast. Hetta skal gerast við hørðum arbeiði, samstundis sum at vit skulu hava tað stuttligt.

– Í ungdómsdeildini vil eg framhaldandi menna leikarar, sum skulu spæla á bestu liðum felagsins. Men týdningarmest er at menna menniskju. Menniskju sum skulu gerast ein aktivur partur av felagsskapinum HB í fleiri ár, sigur nýggi kvinnu- og ungdómsvenjarin.

Sáttmálin við Christopher er galdandi til og við kappingarárið 2021. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder