Fótbóltur

Video: - Hesa tíðina seti eg sera høgt í mínum lívi

Lars Olsen hevði í kvøld sín seinasta dyst sum landsliðsvenjari. Danin segði, at hesin dagurin hevur kenst serligur og ørvísi í mun til aðrar dystardagar, og at hann hesi átta árini hevur møtt nógvum fantastiskum fólki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-11-18 23:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Avrikið í kvøld var betri enn tað í Oslo, vit kundu havt skorað minst tvey mál, men tað er ikki gott nokk, at vit lata trý mál inn.

Soleiðis lýsti Lars Olsen sítt punktum sum føroyskur landsliðsvenjari á Friends Arena. 

- Føroyar er blivið eitt fornuftigt fótbóltslið at hyggja eftir, segði hann, tá hann varð spurdur um at lýsa tíðina

Lars hevur millum annað vunnið EM sum liðformaður á danska landsliðnum, men tíðin í Føroyum er sera høgt í metum hjá 58-ára gamla dananum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder