Hondbóltur

Danmark og Suðurkorea spældu javnleik í dramatiskum dysti

Suðurkorea skoraði til 27-26 í seinastu sekundunum, men dømt varð fyri yvirtraðk. Fronsku heimsmeistararnir hava framvegis ikki vunnið í kappingini eftir tvey umdør.

Mie Højlund stóð seg væl fryi Danmark í dag (Mynd: EPA)

Mie Højlund stóð seg væl fryi Danmark í dag (Mynd: EPA)

2019-12-01 15:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagur tvey í HM-endaspælinum hjá kvinnum er av. HM í Japan byrjaði tíðliga í gjáramorgunin, og øll liðini vóru í eldinum. Danmark og Noreg vunnu risasigrar - Holland og serliga Frakland taptu óvæntað.

Les meira her

Í dag vórðu seks dystir leiktir - liðini í tveimum av teimum fýra bólkunum vóru í eldinum. 

Bólkur B:

Eftir sigurin við 25 málum á Avstralia í gjár var avbjóðingin hjá donsku kvinnunum nógv størri í dag. Surðurkorea helt eisini fram, har liðið slepti móti Fraklandi í gjár, og suðurkoreanarar vóru omaná  fyri steðgin. Danmark kom tó vl út til 2. hálvleiki, og tað var ógvuliga tætt seianstu løtuna. Suðurkorea hevði møguleikan at avgerða dystin í seinasta álopinum, og tað hildu øll, at tær høvdu gjørt, men tað varð kolldømt, tí yvritraðk var í støðuni.

Frakland fekk eitt betri úrslit enn í gjár, men tað gjørdist ikki talan um meira enn eitt stig móti Brasil í málfátækum dysti, hóast heimsmeistararnir hildu Brasil niðri á bert sjey málum í 1. hálvleiki.  Týskland vann sum væntað stórt móti Avstralia, ið bert fekk átta mál.

Úrslitini í dag:
Brasil – Frakland 19-19 (7-10)
Avstralia – Týskland 8-34 (4-16)
Suðurkorea - Danmark 26-26 (13-10)

Støðan:
Týskland 4
Danmark 3
Suðurkorea 3
Frakland 1
Brasil 1
Avstralia 0

Mikudagin (3. desember): 
Suðurkorea - Brasil
Avstralia - Frakland
Danmark - Týskland

Bólkur C:

Rumenia, ið er í EM-undankappingarbólki saman við Føroyum, reisti seg eftir stórtapið fyri Spania í fyrsta dystinum. Christina Neagu skeyt heili 13 mál í sigrinum á Sengal. 

Úrslitini í dag:
Kasakstan – Montenegro 21-30 (11-13)
Spania – Ungarn 29-25 (18-13)
Senegal - Rumenia 24-29 (12-15

Støðan: 
Spania 4
Montenegro 4
Ungarn 2
Rumenia 2
Senegal 0
Kasakstan 0

 

Í morgin: 

Bólkur A:
Kuba - Serbia 
Angola - Holland 
Slovenia - Noreg 

Bólkur D:

Argentina - Russland 
Kina - Argentina
Svøríki – Japan 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder