Annað

Caroline Wozniacki steðgar sum tennisleikari

Australian Open í januar 2020 verður seinasta kapping hjá donsku tennisstjørnuni.

Caroline Wozniacki takkar fyri seg sum tenniskleikari (Mynd: Getty Images)

Caroline Wozniacki takkar fyri seg sum tenniskleikari (Mynd: Getty Images)

2019-12-06 15:10 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Størsta tennisstjørnan og ein av størstu ítróttarstjørnunum í Danmark gevst við yrkisleið síni sum tennisleikari.

29 ára gamla Caroline Wozniacki boðar á Instragram vanga sínum frá, at Grand Slam kappingin Australian Open verður hennara seinasta kapping.

[object Object]

Caroline Wozniacki við steypinum frá sigrinum í Australian Open í 2018 (Mynd: Scanpix)

“Eg havi spælt sum yrkisleikari síðani eg var 15 ára gomul. Í tí tíðarskeiðinum eri eg farin ígjøgnum ein ófatiligan fyrsta kapittul av mínum lívi”. Sigur Caroline Wozniacki

Wozniacki sigur, at tað hevur einki at gera við heilsuna, at hon nú velur at steðga.   

“Eg havi altíð sagt, at tá tíðin er røtt, og tað eru ting uttanfyri tennisvøllin eg heldur vil gera, so er tíðin komin til at steðga. Í teimum seinastu mánaðunum er tað gingið upp fyri mær, at tað er nógv eg ynski at náa uttanfyri vøllin”

“At blíva gift við David var eitt av málunum, og at byrja familju saman við honum, samstundis sum eg haldi áfram við at ferðast kring heimin fyri, at hjálpa við at økja um uppmerksemi um rheumatoid arthritis (ein komandi verkætlan), eru bæði nakað sum eg komið at brenna fyri framyvir”, skrivar hon á Instagram.

Carloline Wozniacki hevur í yrkisleið síni vunnið 30 WTA sigrar, harav ein í Grand Slam kapping(tær fýra størstu kappingarnar innan tennis), nevniliga Australian Open, ið hon vann í 2018, og  ein sigur í WTA Meistaraskapinum í Shanghai í 2017. Eisini var hon tvær ferðir í finaluni í US Open,  har hon tó mátt lúta fyri ávikavist Kim Clijsters og Serena Williams. Harafturat hevur hon eisini ligið ovast at heimsstyrkilistannum í tilsamans 71 vikur.

 

placeholder
placeholder