Annað

Ítrótturin verður heiðraður millum jól og nýggjár

ÍSF fer at handa ársins ítróttaheiðrar 2019 28. desember.

Petur Niclasen varð valdur til ársins ítróttanavn 2018. Komandi avdúkingin verður send beinleiðis í sjónvarpinum (Savnsmynd)

Petur Niclasen varð valdur til ársins ítróttanavn 2018. Komandi avdúkingin verður send beinleiðis í sjónvarpinum (Savnsmynd)

2019-12-06 17:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Müllers Pakkhús verður karmur um gallatiltakið, tá ársins ítróttaheiðrar verða handaðir leygarkvøldið 28. desember.

Eins og undanfarin ár skipar Ítróttasamband Føroya fyri heiðurstiltaki, har ársins ítróttanavn og aðrar heiðurshandanir eru á skrá. Við tiltakinum ynskir ÍSF at varpa ljós á øll tey mongu, sum í gerandisdegnum geva ítróttinum lív í Føroyum, tað veri seg sum eitt nú íðkarar, venjarar ella alskyns hjálparfólk.

Tiltakið verður størri í ár við tað, at heiðrarnir nú verða fimm í tali, umframt at heiðursskjal Poul E. Petersens verður latið persóni, sum gjøgnum mong ár hevur gjørt sjálvboðið arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt.

Heiðursskjal Poul E. Petersens varð seinast latið Peturi Hentze Niclasen fyri hansara drúgva virki innan borðtennis. Harumframt varð súkklarin Torkil Veyhe kosin ársins ítróttarnavn 2018, meðan ársins átak 2018 var átakið Flogbørn, sum Flogbóltssamband Føroya skipar fyri saman við skúlunum kring landið.

Í ár verða hesir heiðrar latnir:

Ársins ÍtróttaNAVN
Ársins ÍtróttaÁTAK
Ársins ÍtróttaSAMBAND
Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT
Ársins ÍtróttaFELAG
Heiðursskjal Poul E. Petersens

Gallakvøldið 28. desember er fyri innbodnum, men útvarpið hjá Kringvarpi Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum frá kl. 21.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder