placeholder
Fótbóltur

Jóan Símun tryggjaði Bielefeld stig í evstu løtu - Hallur fór út við skaða

Toftamaðurin varð skiftur inn í 79. minutti og syrgdi við frálíkum máli fyri, at Bielefeld fer at halda jólaferiu á fyrsta plássið; liðið er nú fýra stig frammanfyri Hamborg. Hallur Hansson varð útskiftur stórar fimm minuttir fyri hálvleik í Hobro.

Jóan Símun Edmundsson vísti sínar dygdir, tá hann kom á vøllin fyri Bielefeld í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Jóan Símun Edmundsson vísti sínar dygdir, tá hann kom á vøllin fyri Bielefeld í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-06 21:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru heilt ørvísi upplivisi hjá tveimum av profilunum á landsliðnum, ið vóru í dysti í kvøld.

AC Horsens spældi málleysan javnleik í Hobro. Hallur Hansson er komin fyri seg eftir brotið í hondina, ið hann fekk í landsdystinum móti Malta, men miðvallarin noyddist at lata seg skifta út stutt fyri hálvleik. Næstan beint eftir at liðformaðurin hjá Horsens fekk gult kort, fekk hann eitt trælær. Talan er ikki um nakran álvarsligan skaða, men nóg ringt til at 27-ára gamli leikarin ikki fekk hildið fram. 

[object Object]
Hallur Hansson varð skaddur móti Malta í oktober (Mynd: Jens Kr. Vang)

Horsens liggur á 10. plássi við 22 stigum í Superligaini. Liðið hevur ein dyst eftir fyri vetrarsteðg - hann er á heimavølli móti Sønderjyske næsta sunnudag. Tá verður Hallur helst klárur aftur

Les eisini: Hallur og Jóan Símun vunnu

Jóan Símun Edmundsson var í byrjanaruppstillingini hjá Arminia Bielefeld seinast, tá liðið vann í Darmstadt. Hesaferð, á heimavølli móti Karlsruhe, byrjaði toftamaðurin á bonkinum. Tá hann kom inn, var støðan 0-1, men skjótt eftir hetta javnaði Fabia Klos til 1-1 við brotssparkið. Útiliðið legði seg aftur á odda, beint sum yvirtíðin byrjaði, men tveir minuttir setti fekk Jóan Símun Edmundsson bóltin beint uttanfyri brotsteigarmarkið, og 28-ára gamli føroyski landsliðsleikarin knallaði bóltin upp undir nettakið til 2-2.

Eitt gott og umráðandi mál fyri Jóan Símun og Bielefeld. Tað gjørdi, at munurin til HSV øktist til fýra stig, tí stórfelagið tapti í Heidenheim. Júst Heidenheim, ið er á triðja plássi, tekur ímóti Bielefeld næsta leygardag. Bielefeld hevur 33 stig fyri 16 dystir - Jóan Símun Edmundsson trý mál í 13 dystum, umframt fleiri upplegg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder