Fótbóltur

Liverpool buldrar víðari

Liðið hjá Jürgen Klopp vann greitt á útivølli. Tottenham reisti seg eftir tapið móti Manchester United við stórsigri.

Liverpool leikararnir hava nógv at frøðast um í løtuni (Mynd: EPA)

Liverpool leikararnir hava nógv at frøðast um í løtuni (Mynd: EPA)

2019-12-07 17:05 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fimm dystir eru á skránni í Premier League í dag, har fýra av teimum nú eru leiktir.

Fyrr í dag vann Everton á Chelsea.

Bournemouth hevði vitjan av oddaliðinum Liverpool. Liðið frá suðurstrondini megnaði ikki at steðga Liverpool, ið vann dystin greitt. Tað var Alex Oxlade-Chamberlain , sum legði gestirnar á odda tá 35 minuttir vóru leiktir. Ein minutt fyri steðgin gjørdist støðan 0-2 tá Naby Keita skoraði, eftir flott upplegg frá Mohamed Salah. Keita og Salah vóru eisini við í málinum, tá Liverpool økti til 0-3 tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, hesaferð var tað Keita, sum legði upp til Salah, ið skoraði. 0-3 gjørdist endaliga úrsliti, og harvið heldur sigursrøðin hjá Liverpool fram.

Liverpool liggur greitt á odda í Premier League, har teir eru ellivu stig frammanfyri Leicester á øðrum plássi og fjúrtan stig framman fyri meistararnar úr Manchester City á triðja plássi. Leicester og City hava tó leikt ein dyst færri.   

Tottenham skuldi royna at reisa seg eftir tapið móti Manchester United mikudagin, tá Burnley var á vitjan. Og tað megnaðu leikararnir hja Jose Mourinho eisini, tá teir sendu Burnley heim við eini 4-0 lúsing.  Harry Kane legði Spurs á odda longu eftir 4 minuttir, og 5 minuttir seinni skoraði Lucas Moura til 2-0. Tá ein hálvur tími var leiktur gjørdist støðan 3-0, tá Son Heung-Min skoraði eitt sera flott mál. Tíggju minuttir inn á seinni hálvleik var Harry Kane aftur á blettinum, og skoraði til 4-0. Tjúgu minuttir seinni økti Moussa Sissoko til 5-0, ið eisini gjørdist endaliga úrsliti.

[object Object]

Harry Kane skoraði tvey mál í dag, meðan Moussa Sissoko skoraði eitt (Mynd: EPA)

Seinni í dag verður grannauppgerð í Manchester har City og United bresta saman.

Premier League

Everton – Chelsea 3-1

Bournemouth – Liverpool 0-3

Tottenham – Burnley 5-0

Watford – Crystal Palace 0-0

Klokkan 17.30

Manchester City – Manchester United

Støðan: 
1. Liverpool (46 stig)*
2. Leicester (35 stig)  
3. Manchester City (32 stig)
4. Chelsea (29 stig) *
5. Tottenham (23 stig)*
6. Wolves (23 stig)
7. Crystal Palace (22 stig)*
8. Manchester United (21 stig)  
9. Sheffield United (19 stig)
10. Arsenal (19 stig)
11. Newcastle (19 stig)
12. Burnley (18 stig)*
13. Brighton (18 stig)
14. Everton (17 stig) *
15. Bournemouth (16 stig)*
16. West Ham (16 stig)
17. Aston Villa (15 stig)
18. Southampton (15 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (9 stig) *

Ein dyst meir *

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder